Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur um K.O.Viderø á Klaksvíkar Bókasavni

Oliver Joensen

Í tíðindaskrivi ídag sigur Klaksvíkar Bókasavn, at kl. 19.30 hóskvøldið heldur Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni.

Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni

Hóskvøldið 11. apríl kl. 19.30 heldur Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um
K. O. Viderø og ritverk hansara.
K. O. Viderø ferðaðist stóran part av ævi síni, og fyrilesturin snýr seg um tvídráttin millum øðrumegin at vilja vera prestur í Føroyum og hinumegin vilja vera frælsur rithøvundur á ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum. Eftir Viderø liggja 7 bind við ferðafrásagnum umframt mangt annað – týðingar, bygdasøgur – sonevndar saga’ir, prædikur og yrkingar.
Bergur Djurhuus Hansen skrivar í løtuni phd-ritgerð um ferðafrásagnirnar hjá Viderø.