Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jens Martin fær framvegis tilboð

Jákup Ósá

Áðrenn EB/Streymur gjørdi avtalu við Hans Jørgensen, vendu teir sær til gomlu landsliðskempuna Jens Martin Knudsen.

Á mynduni, ið er tikin á Fish Fair, kjakast tveir fyrrverandi málverjar í Effodeildini. Meðan John William Joensen einki tilboð hevur fingið seinastu árini frá liðum í bestu deildini, so er framvegis eftirspurningur eftir málmans legenduni Jens Martin Knudsen. So seint sum áðrenn vikuskiftið fekk hann fyrispurning frá EB/Streymi um at loysa skadda René Tórgarð av. Men Jens Martin takkaði nei og sum skrivað niðanfyri, so verður tað Hans Jørgensen, ið stendur í málinum hjá EB/Streymi í kvøld.