FM fyri einstaklingar í Billard var seinasta vikuskiftið í Fuglafirði. 8 spælarar høvdu leikt seg til endaspælið, sum byrjaði fríggjadagin kl. 10.
Leygardagin vórðu so semifinalurnar leiktar,har Hallur Joensen leikti ímóti Kristian Suna Høgnesen báðir úr Klaksvíkar Billiardfelag. Endin var, at Hallur vann við 574 eygum móti 468 eygum. Hin semifinalan var ímillum Jakup Baldvinsson úr Fuglafjarða Billiardfelag og Páll Hera Nolsøe úr Tvøroyra Billiardfelag. Her dróg Jakup longra stráið og vann við 604 eygum móti 480.
Sostatt Hallur og Jakup í finaluna, ímeðan Kristian Suni og Páll Heri skuldu spæla um 3 plássið. Dysturin um 3. plássið bleiv ein sannur gysari og endaði við, at Kristian fekk 700 eygu og Páll Heri fekk 690. Sjálv finalan millum Hallur og Jákup gjørdist eisini spennandi, har nervarnir spældu við í løtum. Endin var, at Jákup vann dystin við 454 eygum, ímeðan Hallur fekk 420 eygu.
Sostatt gjørdist Jakup Baldvinsson føroyameistari í Billiard í 2013. Hetta er fyrsti ferð, at hann vinnur hendan heiður. Aftaná var veitsla hildin, har steyp og medaljur vórðu handaðar.




