Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu nógva tíð brúkar hvør heimarøktari til skráseting?

Eyðgunn Samuelsen

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi tímaskráseting í heimatænastuni

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi tímaskráseting í heimatænastuni

1. Kann landstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógva tíð hvør heilsurøktari nýtir til skráseting pr. arbeiðsdag?

2. Hvussu nógv hevur íløgan í teldlar kostað Nærverkinum?

3. Hvussu nógv gjalda brúkararnir tilsamans fyri heimahjálp um árið?

4. Ber til at siga, um teldlarnir geva meira tíð til røkt ella viðføra økta skráseting?

Viðmerkingar:

Nýggj tøkni á arbeiðsplássum hevur vanliga til endamáls at spara tíð til arbeiðsuppgávur í sambandii við til dømis umsiting og harvið frígeva meira tíð til onnur endamál. Ofta síggja vit eisini, at nýggj tøkni verður tikin í nýtslu, fyri at spara pening og starvsfólkaorku. Seinnu árini hevur heimatænastan gjørt íløgur í nýggja tøkni millum annað í teldlar til starvsfólkið.

Henda tøknin skal spara tíð til skráseting og koyring til og frá høvuðsarbeiðsstaðnum, fleiri ferðir um dagin. Samstundis skal henda tøkni spara heimatænatuni nøkur ársverk, og í krónum er sparingin sett til 2 mió. tilsamans í 2012 og 2013. Henda sparing merkir, at heimatænastan kann spara 4-5 ársverk.

Heimarøktin er ein tænasta, ið er sera sperd við tað, at skipanin ikki megnar at veita øllum brúkarum ta tænastu, ið tey hava tørv á. Tí verður skipanin noydd at raðfesta. Fyri nøkrum árum síðani raðfesti heimatænastan at strika reingerð til eldri, soleiðis at teir borgarar, ið ”bert” høvdu brúk fyri reingerð, ikki longur fingu heimahjálp.

Nýggj tøkni kann verða viðvirkandi til, at meira tíð verður leysgivin til at veita kjarnu­tænastuna, í hesum føri meira tíð til røkt. Hinvegin kann tøknin eisini viðføra, at meira verður gjørt burtur úr skráseting, enn neyðugt, tí tøknin kann meira og meira. Spurningurin er, hvussu nógv tað er neyðugt at skráseta í heimarøktini, og hvat henda skráseting skal brúkast til.

Tey allarflestu eldru gjalda í dag fyri heimarøkt: Gjaldið er ikki so lítið, ofta um 3.000 krónur um mánaðin. Hetta brúkaragjald skuldi helst givið brúkaranum tænastu fyri peningin, og tí er tað umráðandi, at so lítil tíð, sum møguligt, verður brúkt til skráseting hjá einstaka heilsu­røktaranum.

Fyri at fáa upplýst, hvussu støðan er við skráseting, og um tíðarnýtslan til hesa skráseting stendur mát við tað, ið fæst burturúr, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 16. apríl 2013

Eyðgunn Samuelsen