Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zarko trýr uppá VÍF og Filip

Jákup Ósá

Leikandi venjarin hjá Team Klaksvík hevur ímun til teyflestu trúgv uppá VÍF undan seinastu og avgerandi dystunum íhondbóltskappingini hjá monnunum.

 

Zarko Pejovic um hálvfinaluna:

         Tað verður ein harður dystur fyri bæði liðini. Ímínum huga hevur H71 ein lítlan fyrimun, tí teir eru á heimavølli. Men hinveginskulu vit hugsa um, at VÍF hevur ment seg nógv undir nýggja venjaranum. So míttboð verður VÍF. Eg haldi eisini, at tað er betri fyri føroyskan hondbólt, umvit ikki síggja eina endurtøku av finaluni í fjør millum KÍF og H71.

Zarko Pejovic um finaluna:

Í einari finalu er alt møguligt. KÍF hevur trýstið á sær frásíðsta kappingarári.  Tí teir vóru bestaliðið alt kappingarárið, men avrikaðu ikki sítt besta í finalunum. Tað kannhenda aftur í ár. So vit fáa at síggja, um KÍF kunnu takla tað trýstið.

 

Zarko pejovic um profilar seinastu dystirnar:

Fyrrverandi Team Klaksvík leikarin Filip Jojic spælir jústnú uppá hansara besta. So í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at hann verðurbesti leikarin hesar seinastu dystirnar (um VÍF fær fleiri blaðm.). Men einfinala verður ikki vunnin av einum leikara. Tí tað verður eitt liðavrik, iðskal tryggja eitt FM heitið.