(Video upptøkur) Her kunnu øll hæddarpunktini frá hendingarríka dystinum millum ÍF og KÍ síggjast.
Jóhan Thomsen eigur upptøkurnar og klipping. Í dystinum vóru fleiri ivastøður um dømingina og Hjalgrím Elttør segði m.a. við Rás 2 eftir dystin, at teir kendu seg snýttar við bæði 1-3 og 3-3 málunum. Meðan Øssur Dalbúð hjá ÍF vísti á, at ÍF átti fríspark, tá KÍ skoraði til 3-0.
Niðanfyri kann lesarin so sjálvur meta um hendingarnar.




