Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3 nøvn afturat til Sørvágs Country- & Blues festival

Tíðindaskriv

Tey nøvnini, sum nú koma afturat eru: Magni Christiansen, Tórfríð&holgar og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.

Tíðindaskriv

Vit kunnu í dag avdúka 3 nøvn afturat, ið koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni.

Tey nøvnini, sum nú koma afturat eru: Magni Christiansen, Tórfríð&holgar og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.

Magni Christiansen: Vit hava spurt Magna, hvussu hann sjálvur vil lýsa sína tónleikaleið; hann sigur millum annað, at hansara áhugið fyri tónleiki byrjaði av álvara, tá hann í 1980 byrjaði at lurta eftir m.a. Shakin Stevens. Heima hjá teimum var nógv lurta eftir tónleiki, tá vóru tað Cliff Richard, Buck Owens og onnur, ið vóru frammi. Seinni byrjaði hann so at spæla í orkestri í Vestmanna “Error” og eftir tað saman við Róin Siggertsson. Róin og Magni góvu kassettuband út í 1990 “Waiting for you”, tá vóru teir um 17 ára gamlir.

Í 1997 kom hansara fyrsta andaliga fløga út, har tað sera nógv spælda lagið “Her glaður eg ferðist” er á.

Í alt hevur Magni givið seks fløgur út sjálvur, har ímillum eina jólafløgu og eina uppsamlingsfløgu. Mest spælda lagið hann syngur, man vera “Við vegin”, sum hann syngur saman við Sigrið Rasmussen.

Magni hevur spælt nógv kring landið til møtir, konsertir, sølustevnir, vígslur, føðingardagar o.a. Í fjør var Magni eisini við á Country og blues festivalinum í Sørvági, vit gleða okkum aftur í ár at hoyra hann og síggja hann saman við orkestri á pallinum.

Afturat Magna, sum spælir guitar og syngur, eru Annfinn Jacobsen trummur, Eivin Christiansen bass, Øssur Christiansen kassaguitar og sang, Arnbjørn Sivertsen el guitar og Terji Vestergaard keyboard og sang.


Tórfríð&holgar: Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen hava spælt saman í eitt gott ár, og hava tey spælt sera nógv hesa seinastu tíðina til fleiri ymisk høvi. Tónleikurin, tey vanliga spæla, er fólkatónleikur við íblástri av vágaljóði; og sigast kann, at tey hava sítt eyðmerkta ljóð. Til Country og Blues festivalin fara tey tó at spæla country og blues løg, og møguliga vera aðrir tónleikarar afturat teimum báðum á festivalinum.
Holgar innspælir nýggja fløgu í Block Studio í løtuni – hon kemur út í summar – og seinni í ár er ætlanin at geva út eina EP við Tórfríð&holgar.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur: Orkestrið sigur millum annað soleiðis um seg sjálvan.

“Hvar aðrastaðni úr Føroyum skuldi eitt Bluesorkestur komið frá, uttan júst úr Froðba í suðri?

Hugsa um tað. Bluesurin varð upprunaliga mentur í amerikansku suðurstatunum, millum fátækar og ólukkuligar fyrrverandi trælir. Hjá teimum bar hvørki til at halda fast við arbeiði ella konufólki. Tað einasta, teir kundu gera, var at taka ein slitnan gittara í hendi og syngja sorgina út. Hvussu passandi er tað tá ikki, at føroyskur bluesur kemur úr júst Suðuroynni? Oyggin var so gott sum oyðin, tóm fyri konufólki, arbeiðsloysið var methøgt, og líka sum í suðurstatunum, so tosa tey við eini løgnari dialekt. Nei tvætl. Um tað er sosialu umstøðurnar í suðri, sum gera tað skulu vit ikki siga, men í øllum førum eigur suðuroyggin mest undirhaldandi bluesbólkin í Føroyum, sum gongur undir navninum Froðbiar Sóknar Bluesorkestur”.

Tilfar fær Froðbiar Sóknar Bluesorkestur frá bluesmeistarum sum Muddy Waters, Otis Rush, Freddie King, Elmore James, Eric Clapton og Stevie Ray Vaughan, sum síðani verður evnað til serliga Froðbiarstílin. Hetta so gott sum garanterar eina svingandi, autentiska og undirhaldandi framførslu.

Teir ið manna Froðbiar Sóknar Bluesorkestur eru: Kristian Holdbæk sang, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur, Páll Lave guitar, Dávið Jacobsen guitar og Pætur Dam keyboard

Nú eru 13 nøvn kunngjørd, afturat teimum trimum kunngjørdu í dag eru, Eve Selis, Tamra Rosanes, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson og Blátt Gras.

Á heimasíðuniwww.country.fo ber til at keypa atgongumerki. Campingpláss kunnu bert keypast frá Vága Kunningarstovu.

Vit síggjast í Sørvági

Sørvágs Country- & Blues Festivalur