Nakrir av næmingunum, sum fóru í skúla tá, hava tikið seg saman at fyrireika eitt hátíðarkent kvøld, har næmingarnir aftur hittast. Tey hava sent Norðlýsinum tíðindaskriv, sum vi prenta niðanfyri. Eisini kunngera vit nøvnini á næmingunum og nakrar myndir, sum Jens hjá Tofta-Karl hevur sent við.
Fyri 50 árum síðani fóru stórt hundrað næmingar í Klakksvíkar skúla – 18 august 1963.
Nú eina hálva øld aftaná ætla somu næmingar at hittast aftur.
Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí hesir næmingar eru spjaddur út um alla verðina.
Fyrireikingarfundir hava verið hildnir á bakarínum hjá Jóruni uppi á Borðoyavík og dagurin er ásettur til Leygardagin, tann 20 juli 2013.
Ein Facebook bólkur, ið kallast Klaksvíkar Skúli 1963 abcd er gjørdur. Har kann fylgjast við gongdini.
Longu nú vita vit frá fleiri, ið koma uttanlands at luttaka í tiltakinum.
Ætlanin er at hava dagin líka sum í tveimum. Ein óformliga og ein meira hátíðarkenda part um kvøldið.
Vit møtast í Skúlagarðinum til eina felagsmynd. Síðani verður fari í flokkshølini har tosað verður um gamlar dagar, møguliga syngja morgunsang, minnast stuttligar hendingar, hyggja eftir myndum, sum javnaldrarnir hava lagt sær á geymil (USB-stick) Um skúlastovurnar hava “interaktivar talvur”, so kunnu øll síggja myndirnar í senn. Kanska onkur fær inspiratión til at fortelja “onkra góða” tá vit møtast um kvøldið.
Klokkan 1600 fara ein gongutúr, kanska “út í Grøv”
Frá umleið kl. 1700 verður ein steðgur til…
kl. 1900 tá vit samlast i Tekniska skúla til eitt hugnaligt kvøld. Har verður borðreitt við ymsum góðum. Skemt og felagssangur við bæði guitar og harmonikku.
Í einum so stórum flokki, eru tíverri nøkur, ið ikki eru millum okkum meira, men undirtøkan sær út til at vera stór. Flestu búgva í Klaksvík, men fleiri eru, sum búleikast runt knøttin.
Við tað at ikki øll brúka alnótina (Internetið) og/ella Facebook royna vit at fáa boðskapin gjøgnum okkara lokala blað Norðlýsið, so skyldfólk kunnu hjálpa til at náa teimum, ið ikki eru teldutøk.
Vegna fyrireikararnir,
Jens hjá Tofta-Karl.
Næmingar í Klaksvíkar Skúla
Flokkur 1. A:
1. Abrahamsen, Harry
2. Askham, Tummas
3. Baldvisnson, Benedikt (Benn)
4. Frederiksen, Dánial
5. Hansen, Finn
6. Jacobsen, Jóhan Amaliel
7. Johannesen, Jákup Birgir
8. Mørkøre, Birgir
9. Mellemgaard, Benn Johnny
10. Olsen, Heri
11. Petersen, Erling
12. Rasmussen, Páll
13. Sólbjørg, Johnny
14. Thomassen, Baldur
15. Vilhelmsen, Marius
1. Akraberg, Bjarma
2. Fagralíð, Mai-Britt
3. Hansen, Petra
4. Hansen, Selma
5. Heinesen, Hulda
6. Henriksen, Katrin
7. Jensen, Daisy
8. Joensen, Kirsten Berfríð
9. Joensen, Kristina
10. Johannesen, Katrina Sof.
11. Lydersen, Bergfríða Kristina
12. Magnussen, Anna
13. Mellemgaard, Armgarð
14. Mikkelsen, Annfríð Julia
15. Simonsen, Evie í Toft
16. Simonsen, Johanna Kathr.
1. Hilmar Andreasen
2. Niels Andreasen
3. Poul Johan Andreasen
4. Jens Hansen
5. Ólavur I J. Waag Høgnesen
6. Bergur Joensen
7. Hans Vilhelm Johannesen
8. T. Ísak Johannesen
9. Magnus H. Johansen
10. Jógvan Olsen
11. Michal Sólheyg
12. Hugo Thomsen
1. Rúna Baldvinsson
2. Elin Frederiksen
3. Annika Guðjónsson
4. Senøva Gjuðjónsson
5. Sonja Tove Hammer
6. Ester Hansen
7. Turid Kr. Waag Høgnesen
8. Gunvør Holm Jacobsen
9. Lena Joensen
10. Mary Rose Mc.Leod
11. Eydna Mortensen
12. Jórun Niclasen
13. Astrid olsen
14. Katrin Simonsen Guli Vágshlíð
15. Anna Maria Waag
- Símin Absalonsen
- Hildebrand Andreasen
- Jón Krismar Andreasen
- Anfinn Eliasen
- Jørgin Olaf Høgnesen
- Adolf Jacobsen
- Petur Kjartan Jacobsen
- Jóhan Joensen
- Archibald Blakk
- Jóhan Laksáfoss
- Jákup Karstin Ljóstein
- Jens Kristian Martin Mellemgård
- Ivan Thorgeirsson
- Beinur Thomasen
- Sigmar Jacobsen
- Jóhanna Andreasen
- Randi Biskupstøð
- Nicolina Dahl
- Jona Hansen
- Kristenbjørg Høgnesen
- Anetta Jacobsen
- Joan Jacobsen
- Jóhanna Petrina Joensen
- Jórun Joensen
- Herdis Klein
- Vanja Petersen
- Frígerð Sivertsen
- Beinta Ziska
- Hansina Østerø
- Herfríð Jacobsen
Flokkur 1. D:
- Eli Eltør
- Rasmus Jacobsen
- Petur Joensen
- Magnar Langaard
- Mikkjal P. Mikkelsen
- Jákup Mohr
- Terje Sigurðsson
- Jógvan Østerø
- Ole Sunu Larsen
- Olgar Petersen
- Hansina Andreasen
- Kára við Garð
- Sigfriða Gulaksen
- Birtha Guttesen
- Gretha Gåsedal
- Ása K. Isaksen
- Heidi Justesen
- Sigga Liðastein
- Súsanna Michaelsen
- Ruth Norðoy
- Nicolina Olsen
- Sigrun Purkhus
- Sigbjørg Samson
- Unn Simonsen
- Laila Sølvará
- Sólfrí West
- Sára Niclasen




