Vit hava saktans rúm fyri øllum teimum, sum ynskja at vera her og vera við til at geva sítt íkast til samfelagið, uttan mun til, hvaðani tey koma. Vit vinna nógv við at lata samfelagið enn meira upp og bjóða fólki vælkomnum, ikki minst fólki, sum hava annan uppruna enn føroyskan, segði Annika Sølvará m.a í flaggrøðu í Vágstúni seinrapartin.
Vit hava saktans rúm fyri øllum teimum, sum ynskja at vera her og vera við til at geva sítt íkast til samfelagið, uttan mun til, hvaðani tey koma. Vit vinna nógv við at lata samfelagið enn meira upp og bjóða fólki vælkomnum, ikki minst fólki, sum hava annan uppruna enn føroyskan, segði Annika Sølvará m.a í flaggrøðu í Vágstúni seinrapartin.
Vit prenta røðuna her:
Gott fundarfólk
Fleiri flaggdagar og aðrar hátíðardagar havi eg staðið har, sum skótarnir standa í dag, onkuntíð við tí heiðri at bera Merkið ella eitt av patruljufløggunum. Tað var ikki sørt, at eg var errin at sleppa at ganga fremst í skrúðgonguni við hesum flagginum, sum øll komu fyri at síggja.
Tað var hjá skótunum, at eg lærdi grundleggjandi virðingina fyri Merkinum, fekk at vita, hvussu lutfallið skuldi vera millum reytt, blátt og hvítt, hvat litirnir merkja, at flaggið ongantíð mátti nerta vegin og lærdi flaggsangin.
Seinni havi eg sjálvandi hoyrt meira um søguna og fingið eina meira fjøltáttaða fatan av Merkinum og fløggum yvirhøvur. Flagg okkara og øll hini, sum í grundini ikki eru annað enn toydúkar, hava vit sjálvi lagt týdning í og skapt virði á gjøgnum árini, og hendan virðing verður einans borin uppi, tí vit vilja tað.
Tað finnast fleiri ymsar útgávur ella vinklar uppá okkara flaggsøgu, summar fortaldar oftari enn aðrar. Eg fari ikki at taka dagar ímillum, hvør er tann rættasta ella sannlíkasta, tí sum við flestu søgum, veldst um eyguni, sum síggja, og oyruni, sum hoyra. Tað er tó vist, at vit í dag hava eitt flagg við eini næstan 100 ára søgu og sum formliga varð góðkent av bretskum myndugleikum 25. apríl 1940 til nýtslu á sjónum.
Eins og onnur national fløgg, verður Merkið brúkt til fleiri ymisk endamál og hevur ymiskan týdning. Tað er eitt spjaldur, ein ítøkiligur fráboðari um, hvør berarin er, t.d. á skipi í fremmandum farvatni, á ítróttarfólki til altjóða stevnu ella á embætisfólki á millumlanda fundi.
Myndarliga hevur flaggið týdning sum savnandi merki. Vit kenna okkum aftur og kunnu saman vera stolt av at vera partur av felagsskapinum, sum eigur hetta flaggið. Merkið er ein av sterkastu tjóðarímyndunum, so tá vit hugsa Føroyar, síggja vit Merkið millum fyrstu myndirnar.
Serliga er tað í mun til millumlanda samskifti og samstarv, at vit hava lyndi at brúka og hugsa um Merkið. Nærum øll tjóðin fettur sær á, tá okkara dugnaligu ítróttarfólk standa ovast á skamlinum og taka ímóti heiðursmerkjum við Merkinum aftanfyri seg og tjóðsangurin verður spældur. Ella tá listafólk fáa viðurkenning úti í heimi fyri dygdarverk síni. Ella tá ein føroyingur verður heiðraður fyri framúr starvsavrik. Vit kenna næstan, at vit eiga lut í góða avrikinum, tí vit eisini eru føroyingar. Á sama hátt hveppa vit okkum í felag, tá avrikini ikki standa mát.
Heima eru vit ikki altíð eins stolt av góðu avrikunum hjá hvørjum øðrum, tí tá er meira kapping millum øki og yrkisgreinir. Her eru tað onnur merki, sum vit ganga undir, eitt nú ítróttarbúmerki og býarmerki.
Vit seta størri prís uppá avrikini hjá HB-leikarunum á landsliðnum enn á liðinum, sum skal spæla móti KÍ um nakar tímar. Soleiðis vil tað altíð vera, og tað er einki løgið í tí.
Felags ábyrgd at byggja upp
Í hesum døgum verður tosað nógv um, hvussu vit hava tað í Føroyum og hvussu vit fáa fleiri fólk at velja at seta búgv her. Eg eri ikki í iva um, at Føroyar sum heild eru eitt gott samfelag at búgva í, og her er nógv, sum vit í felag kunnu vera errin av. Dag og dagliga verða vit við søgum uttan úr heimi mint á, hvussu gott vit hava tað, samanborið við nógv onnur.
Hetta er rætt og gott at hava í huga. Tað má tó ikki gerast ein koddi ella ein umbering fyri ikki at royna at gera tað enn betri ella vera orsøk til, at vit ikki royna at loysa trupulleikar, tí onnur hava verri ting at stríðast við. Vit mugu ikki tiga, tá vit síggja órætt og mismun fara fram, av tí at vit kunnu koma til at fornerma onkran, av ótta fyri okkara egnu støðu, starvi ella møguleikum.
Vit erpa okkum ofta av, at vit í Føroyum eru so røsk at stuðla, tá tað verður savnað inn til ymisk góð endamál, og hetta er rætt. Men vit kunnu gerast munandi betri til at taka okkum av hvørjum øðrum. Tað er eitt vælkent orðafelli, at tú kanst meta eitt samfelag eftir, hvussu tað tekur sær av teimum veikastu. Hóast tað gongur væl hjá nógvum, so eru eisini fleiri, sum ikki hava tað nóg gott. Hesum eiga vit at taka okkum nógv betri av í felag, bæði sum samfelag og sum einstaklingar.
Ein mynd uppá okkara samfelag kundi verið eitt bundið plagg, sum er sprøklut og ójavnt í tjúkd. Burturfrá sæst kanska eitt mynstur í, men kemur tú nærri, er talan um størri ymiskleika. Verður ein tráður togaður úr ella kemur hol á onkustaðni, so er neyðugt at bøta sum skjótast, annars rekist upp rundan um holið, og plaggið ferst.
Felags tøk
Ein partur av kjakinum í sambandi við at fáa økt um fólkatalið er, hvørji fólk vit hugsa okkum skulu verða partur av hesum samfelagnum. Skulu vit royna at forða fólki í at fara av landinum, skulu vit eggja útisetum at flyta heimaftur ella skulu vit bjóða øðrum til Føroya. Í mínari verð er svarið ja í øllum trimum førum.
Vit hava saktans rúm fyri øllum teimum, sum ynskja at vera her og vera við til at geva sítt íkast til samfelagið, uttan mun til, hvaðani tey koma. Vit vinna nógv við at lata samfelagið enn meira upp og bjóða fólki vælkomnum, ikki minst fólki, sum hava annan uppruna enn føroyskan. Hygg bara at tí íblástri, sum vit dag og dagliga fáa til dømis í útbúgvingarverkinum, innan gransking, í heilsuverkinum, í mentanarlívinum, á ítróttarøkinum og í matstovuvinnuni av teimum fólkum, sum eru komin uttan úr heimi og hava valt Føroyar sum sítt stað at liva og virka.
Ein fortreyt fyri, at enn fleiri kunnu koma at búgva her er, at vit skapa fleiri arbeiðspláss. Politiska skipanin arbeiðir í løtuni við teimum stóru tøkunum, sum skulu takast í hesum sambandi. Tey krevja stórar fíggjarliga íløgur og at djarvar avgerðir vera tiknar, og tær mugu umhugsast gjølla.
Men alt er ikki stórar íløgur. Nógv snýr seg um hugburð og val hjá okkum sjálvum hvør í sínum lagi. Eitt nú kunnu vit við tilvitað at keypa føroyskt vera við til at økja um framleiðsluna í Føroyum, skapa arbeiðspláss og minka um innflutningin. Vit kunnu velja at keypa minni uttanlands, tá vit ferðast, og heldur keypa alt tað vit kunnu í Føroyum. Vit kunnu ferðast í egnum landi. Vit kunnu bjóða fólki til Føroya at vitja okkum. Vit kunnu fara út at eta. Vit kunnu fara til fleiri mentanartiltøk. Vit kunnu umvæla húsini, heldur enn at spara so nógv upp. Vit kunnu leggja Jantelógina á ís og reypa eitt sindur meira, um okkum sjálvi og um onnur.
Yvirhøvur kunnu vit vera dugnaligari til at síggja egnar dygdir, minnast til at stuðla hvørjum øðrum og skatta tað góða meira, enn vit harmast tað ringa. Her kundu vit lært nakað frá grannum okkara fyri vestan, íslendingum.
Málið setur mørkini
Heimspekingurin Ludwig Wittgenstein segði einaferð, at: “The limits of my language mean the limits of my world” ella “Mørkini fyri máli mínum eru mørkini fyri verð míni”.
Eitt ríkt og neyvt mál er ein grundleggjandi fortreyt fyri samskifti og menning í samfelagnum. Tað, vit ikki eiga orð fyri ella fáa tosað um, kunnu vit illa gera nakað við.
Eins og við Merkinum, so eiga vit føroyska málið í felag. Hetta er nakað heilt serstakt, sum vit mugu vera góð við og hava virðing fyri, tí annars mennist tað ikki og fær ikki verið tað amboð, sum okkum tørvar. Eingin kann taka patent uppá málið, vit eru øll ognarar og serfrøðingar, men eisini ábyrgdarar.
Málið er so grundleggjandi partur av okkara samleika og er so persónligt, at tað er millum mest kenslubornu evnini, vit kunnu tosa um. Hvør kennir ikki støðuna: Vit tosa um eitt fólkanavn ella staðarnavn, og ikki er meira enn hálvtalað orð, so gongur kjakið uppá tað harðasta. Stavast tað við c ella k? Eitur tað Gerðar ella Heygavegur?
Málið er livandi, tað broytist og tað skal tað gera. Vit mugu kunna rúma, at tey yngru tosa øðrvísi, at tey nýkomnu ikki altíð benda rætt, at fakfólkini ikki góðtaka øll nýggjyrði beinanvegin. Við eini støðugari avbjóðing og mótstøðu fáa vit veruliga roynt og mýkt málið.
Tað er kortini neyðugt ,at onkur støðugt røkir málið, roynir at lúka ókrútið og sáar av nýggjum. Tíðin vísir, hvat bítur seg fast og hvat følnar.
Málsligar rættleiðingar mugu til, men hesar skulu vera við hegni og skili. Forboðspolitikkur og peikifingrar hava ofta øvugta ávirkan enn ætlað.
Málsligt leti eiga vit ikki góðtaka, vit eiga áhaldandi at brúka orku uppá at læra okkum at stava rætt og at virða grundleggjandi mállæru. Hetta gerst serliga við nógvari og áhugaverdari undirvísing í skúlunum og við spennandi og fjølbroyttum tilfari á prent og í øllum miðlum, sum vit kunnu njóta og taka til okkara. Her eru vit so ómetaliga nógv betri fyri í dag, enn áður, takkað verið ótroyttiligum arbeiði, m.a. hjá okkara skrivandi fólki, men yvirhøvur fólki sum arbeiða við máli í sambandi við útgávur og samskifti.
Ein av dyggastu málfrøðingum okkara Christian Matras, Kristian á Brekkumørk, var eisini yrkjari. Hann skrivar í savninum Úr sjón og minni hesa yrkingina:
Ørindið
Onkur hevur sagt um døggdropan
at hann hýsir heilari verð
Skaldsins dreymur: eitt ørindi
sum heimin á baki ber
Í tíðarritinum Brá sigur Andrias Justesen um hetta savnið hjá Kristiani: “Vit hitta her tann roynda og málsliga vandna yrkjaran, sum á mest einfaldnan hátt toyggir málið í ytstu lykkju.”
Viðhvørt krevjast nógv orð, aðrar tíðir ikki so nógv. Oftast er tað ein spurningur um røttu orðini á rætta stað til røttu tíð.
Við hesum fari eg at takka fyri og ynskja framhaldandi góðan flaggdag.




