Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi heilsuvika byrjar í Klaksvík í dag

John William Joensen

Ein annarleiðis heilsuvika er sett á breddan í Klaksvík 30. apríl – 4. mai, sum endar við einum braki í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai, tá ið m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathon-renningini verða handað.

Ein annarleiðis heilsuvika er sett á breddan í Klaksvík 30. apríl – 4. mai, sum endar við einum braki í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai, tá ið m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathon-renningini verða handað.


Tað er formaðurin í Heilsunevndini, Kristian Eli Zachariasen, sum saman við fólki innan ítróttarheimin í Klaksvík, ið hava tikið stig til hesar dagarnar, ið venda sær til øll í Klaksvíkar kommunu, Norðoyggjum og grannaøkinum annars.

Øll eru vælkomin at vera við, men kanska verður serliga heitt á tey, ið ikki vanliga eru við í onkrari skipaðari kropsligari rørslu, um at vera við, tí øll tiltøkini eru ókeypis.

Eitt nú er ókeypis at svimja í heilsuvikuni, har svimjihøllin eisini bjóðar hópin av ymiskum tiltøkum sum økukapping, venda kajakkum, høgguslokkurin vitjar, kavaraskeið o.a. Eisini bjóða FullPower, Íðka, Badmintonfelagið o.o. ávísar ókeypis venjingartímar.

Heilsuvikan verður sett í Skúlanum við Ósánna týskvøldið 30. apríl kl. 19.30. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Kristian Eli Zachariasen, form. í Heilsunevndini, bjóða vælkomin. Pál Weihe, yvirlækni – Fólkaheilsuráðið – setur Heilsuvikuna. Aftaná fer Livar Nysted at greiða frá um ferðina um Suðuratlantshavið. Síðani verður kaffi og prát aftaná.

Mikukvøldið greiða Djóni Kunoy og Guðrun Eysturlíð frá gonguferðum teirra í føroysku fjøllunum. Hóskvøldið halda Jóhanna á Tjaldrafløtti og Magnus Norðberg fyrilestur um týdningin av, hvat tú etur, og um tú ert í venjing/venur – alt hetta í Skúlanum við Ósánna kl. 19.30, har boðið verður til ein kaffimunn og prát aftaná.

Leygardagin 4. mai er nógv á skránni, har serliga endabresturin í Badmintonhøllini hevur nógv at bjóða. Tá verða m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathonrenningini handað. Flestu ítróttarfeløgini í býnum verða við, har tey greiða frá virksemi teirra – KÍ, Stjørnan, Mjølnir, Badmintonfelagið, Team Klaksvík, Gongufelagið, Klaksvíkar Róðrarfelag, Treysti, Klaksvíkar Fimleikafelag, FaroeDive o.o.

Boðið verður eisini skeið í brúki av hjartastartara fyri øllum, ein heilsukafé er á skránni, har til ber at máta blóðtrýst, kolesterol, lungaorku, BMI, koliltumátingar o.a. sum Norðoya Apotek tekur sær av. Eisini verður tónleikur á skránni. Smoothie, frukt og leskandi grønmeti verður eisini at fáa. Alt hetta í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai í heilsuvikuni.

Stór bilstevna verður í KÍ-høllini leygardagin og sunnudagin. Leygarkvøldið á miðnátt verður konsert móti gjaldi í Badmintonhøllini, sum hevur fingið heitið Divaz – Partynight.

Sunnudagin kl. 13 skipar Norðoya Gongufelag fyri eini lagaligari gonguferð, sum er ókeypis

Jú, lagt er upp til eina spennandi og annarleiðis heilsuviku, sum bjóðar øllum vælkomin!

Mánadag 29. apríl
17.00 – 18.00 FullPower – í Vaskarínum ókeypis
18.00 – 20.00 Íðka ókeypis
18.00 – 20.00 Badminton – í Badmintonhøllini ókeypis

Týsdag 30. apríl

19.30 Heilsuvikan verður sett
Skúlin við Ósánna
Jógvan Skorheim, borgarstjóri og
Kristian Eli Zachariassen form í Heilsunevndini bjóða vælkomin
Pál Weihe, yvirlækni – Fólkaheilsuráðið, setur heilsuvikuna
Hallur Joensen Tónleik
Livar Nysted greiður frá um ferðina um suður Atlantshavið
Kaffi og prát aftaná

_____________
Sí skrá sum PDF fílu niðanfyri: