Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppurin í Norðoya Sparikassa fingið lønarhækking

John William Joensen

Stjórin í Norðoya Sparikassa fekk hálvthundraðtúsund krónur í lønarhækking og nevdarlimirnir fingu 22.000 kr. í part í lønarhækking hóast roknskapurin fyri 2012 vísti eitt hall

Stjórin í Norðoya Sparikassa fekk hálvthundraðtúsund krónur í lønarhækking og nevdarlimirnir fingu 22.000 kr. í part í lønarhækking hóast roknskapurin fyri 2012 vísti eitt hall




Norðoya Sparikassi

2012 2011 2007

Stjórn 1.947.000 1.895.000 2.097.000

Nevnd 810.000 600.000 600.000

Umboðsráð 158.000 148.000 133.000

Tilsamans 2.915.000 2.643.000 2.830.000


Løn til starvsfólk. 21.401.000 20.654.000 17.075.000


Í roknskapinum stendur soleiðis at lesa um lønarútreiðslurnar:

…Samlaðu útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting gjørdust 54 mió. kr. í 2012 móti 57,2 mió. kr. í 2011, ella ein minking upp á 3,2 mió. kr., sum svarar til 5,6 %. Hesin postur er samansettur av løn til stjórn og starvsfólk, umframt øllum vanligum rakstrar- útreiðslum, og rakstrarútreiðslur í samband við fyribils yvirtiknar ognir.

Løn og samsýning til umboðsráð, nevnd og stjórn hækkaði í 2012 við 0,3 mió. kr., úr 2,6 mió. kr. upp í 2,9 mió. kr.

Løn og eftirløn til starvsfólk gjørdust 20,7 mió. kr. í 2011 móti 21,4 mió. kr. í 2012, sum var ein øking upp á 0,7 mió. kr. Økingin stavar frá avsetingum móti skyldugum lønum og frítíðarlønum fyri árið 2012. Útreiðslur til sosiala trygd, eru lønarhæddaravgjald, ALS, grunnar v.m., og eru hesar á sama støði sum árið fyri. Av tí, at peningastovnsvirksemi ikki er mvg-skyldugt, er ístaðin álagt peningastovnum at gjalda 10 % av øllum útgoldnum lønum til landskassan. Frá 2013 hevur landskassin økt um hetta gjaldið við 2 %-stigum úr 10 % upp í 12 %.

Útreiðslur til umsiting minkaðu úr 28 mió. kr. í 2011 niður í 23,2 mió. kr. í 2012, ið er ein minking upp á 4,8 mió. kr. ella 17,1 %. 

Sparikassin arbeiðir miðvíst við at tillaga kostnaðarstøðið til minkandi útlánsvirksemi, og hendan gongdin heldur fram í 2013….