Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava fingið meira tilfeingisgjald saman við Fólkaflokkinum

John William Joensen

Føroya Løgmaður vil ikki lata sita á sær at tað er Fólkaflokkurin sum einsamallur avgerð fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Í ár fær landskassin millum 112 til 150 mió. Kr. inn í tilfeingisgjaldi og tá Sambandsflokkurin sæt í minnulutasamgongu saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum fekk landskassin góðar 80 mió. Kr. so tað er stórur munur á hvar Sambandsflokkurin hevur størri ávirkan heldur Føroya Løgmaður.

Føroya Løgmaður vil ikki lata sita á sær at tað er Fólkaflokkurin sum einsamallur avgerð fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Í ár fær landskassin millum 112 til 150 mió. Kr. inn í tilfeingisgjaldi og tá Sambandsflokkurin sæt í minnulutasamgongu saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum fekk landskassin góðar 80 mió. Kr. so tað er stórur munur á hvar Sambandsflokkurin hevur størri ávirkan heldur Føroya Løgmaður.

Í gjár var fyrsta viðger í Løgtinginum av uppskotinum frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum um bíti av makrel og sild fyri 2013. Í hesum sambandi vísti Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini á at ein samdur sambandsflokkur hevði sett fram krav um at partur av makrelinum skuldi seljast á uppboðsølu, men hon var als ikki partur av uppskotinum nú tað kom í Løgtingið.

Hava fingið meira saman við Fólkaflokkinum

Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum vísir sera avgjørdur aftur at tað er persónurin Jacob Vestergaard ella Fólkaflokkurin sum einsamallur stýrir fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni.

Tá vit seinast royndu uppboðsøluna var tað í minnulutasamgonguni saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Tá fekk landskassin tilsamans góðar 80 mió. kr. og hóast Fólkaflokkurin á løgtingsvalinum gav lyfti um null krónur í tilfeingisgjaldi, so hava vit nú í samgonguni álagt vinnuni at rinda 150 mió. kr ella i hvussu so er 112 mió. kr. – hóast Fólkaflokkurin hevur verið harðliga ímóti. Eg haldi at royndirnar hjá fjølmiðlunum at gera politikkin til at tað eru einkult persónar sum bestemma er ósakligt og hevur einki hald í veruleikanum. Vit leggja okkum eftir at semjast um førda politikkin og tað sæst sjálvandi aftur í teimum lógaruppskotum sum eru løgd fyri løgtingið.

Fiskivinnan rindar millum 40% og 50% av vinninginum sum avgjøld til landskassan.

Formaðurin í Sambandsflokinum heldur at fiskivinnan er komin nær markinum fyri hvat hon kann gjalda í avgjøldum til Landskassan.

Fiskivinnan samlað hevði ein vinning uppá góðar 300 mió. kr. í undanfarna árið.

Uppskotið frá landsstýrinum leggur upp til at kravt verður millum 112 og 150 mió. kr. í tilfeingisgjaldi í ár.

Harafturat rindar vinnan partafelagsskatt, sum er 18% og harafturat skal vinnan rinda skatt av vinningsbíti til partaeigararnar.

Tilsamans rindar føroyska fiskivinnan millum 40% og 50% av vinninginum sum avgjøld og skattur til landskassan og eg eri sannførdur um at vit tí eru komin har til at tað er ógvuliga trupult at skriva fleiri rokningar til vinnuna.

Í veruleikanum er ikki rúm fyri fleiri avgjøldum á fiskivinnuna.

Uppboðsølan ikki slept.

Eg kann sum løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum staðfesta at vit hava fingið Fólkaflokkin at góðtaka at vit í ár senda vinnuni eina rokning uppá í mestalagið 150 mió. kr. sum tilfeingisgjald. Hetta hóast Fólkaflokkurin ikki ynskir nakað slag av tilfeingisgjaldið. Tí haldi eg at málið um uppboðsøluna hevur ikki sama týdning og nú so langt er útligið hevði tað eisini verið trupult at skipað uppboðsøluna í verki.

Vit arbeiða framvegis við at skipa eina nýggja fiskivinnulóggávu og har eru tankarnir um eina uppboðssølu av fiskirættindum ein partur av arbeiðinum.

LES EISINI: VESTERGAARD FEKK AFTUR SÍN VILJA