Vinnutingið byrjar kl. 15.00 og endar kl. 16.30. Á skránni eru tríggir smærri fyrilestrar. Fyrst á skránni er Rógvi Hansen, stjóri á Fresh Link, sum fer at greiða frá um teirra virksemi, síðan fer Poul Andrias Jacobsen, stjóri á Aluplast, at hava eina framløgu um teirra fyritøku
Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri vinnutingi á Fresh Link í dag
Í dag 3. mai skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi í hølum hjá Fresh Link á Runavíkar havn.
Vinnutingið byrjar kl. 15.00 og endar kl. 16.30. Á skránni eru tríggir smærri fyrilestrar. Fyrst á skránni er Rógvi Hansen, stjóri á Fresh Link, sum fer at greiða frá um teirra virksemi, síðan fer Poul Andrias Jacobsen, stjóri á Aluplast, at hava eina framløgu um teirra fyritøku. At enda fara John Eli Olsen, stjóri á El-Service, og Ólavur Gregersen, stjóri á Syntesa, at greiða frá vinnumøguleikum í Grønlandi.
Felagið skipar fyri fleiri vinnutingum um árið ymsa staðnis í oynni og eru tiltøkini bert fyri limir í felagnum. Í alt 105 fyritøkur, kommunur og havnir í Eysturoynni eru limir í Eysturoyar Vinnulívsfelag. Pláss er fyri enn fleiri, so um áhugi er fyri at gerast limur, ber til at fáa kunning hesum viðvíkjandi á www.evf.fo.




