Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÁRSMØTIÐ ’13

Oliver Joensen

Leygardagin hevur Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum ársmøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Ársmøtið er árliga tiltakið, har sjóneykan verður sett á arbeiðið, sum Heimamissiónin ger, í frágreiðingum og orðaskifti.

Heitið á ársmøtinum í ár er “Harranum lovið, tí góður hann er!” Lagt verður fyri við pallborðsfundi kl. 10, har yvirskriftin er: “Hvussu lækka vit gáttina?” Kl. 14 verða árligu arbeiðsfrágreiðingarnar frá formanni, aðalskrivara og fíggjarleiðara. Endað verður kl. 19:30 við stórmøti, har Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og sóknarprestur, talar og KFUM&K-kórið syngur. Høvi verður at geva eina gávu til arbeiðið hjá Heimamissiónini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ársmøtið ’13!

Kirkjuliga Heimamissiónin

Harleyfacadeacryl