Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus Samró vaskar hendur, men…

Hergeir Staksberg

Við tokutalu og nógvum orðum uttan substansi, so roynir Hanus Samró at vaska hendur í samband við, at hann feldi tvey uppskot um eitt Fountain House.

Við tokutalu og nógvumorðum uttan substansi, so roynir Hanus Samró at vaska hendur í samband við, athann feldi tvey uppskot um eitt Fountain House.

 

Hanus Samró vil ikki havatað sitandi á sær, at hann mótarbeiðir einum Fountain House. Hann vaskar hendurvið at siga, at hann framhaldandi fer at arbeiða fyri einum Fountain House, ogynskir at finna eina loysn saman við andstøðuni.

 

Hanus er samsekur
Hóast Hanus Samró roynir at renna undan ábyrgd, so er hann samsekur í at fellatvey uppskot, sum vóru til frama fyri eitt Fountain House. 

Tað fyrra uppskotið snúði seg um fígging, men tað valdi Hanus Samró at fella.Seinna uppskotið snúði seg um signalvirði og at leggja trýst álandsstýriskvinnuna, men hetta valdi Hanus Samró eisini at fella.

Sum Hanus Samró sjálvur sigur, so hevur hann havt síðan 2011 at arbeiða fyrieinum Fountain House, sum hann sigur seg stuðla. Men tá Hanus Samró nú fekkmøguleikan í 2013,so velir hann at mótarbeiða Fountain House, so hansaratrúvirðið er = 0 í míniverð.

 

Tvey sjálvmál aftrat
Hanus Samró sigur seg framhaldandi vilja arbeiða fyri einum Fountain House, menfyri at nýta orðið “framhaldandi”, so er mann noydd/ur at havaarbeitt við einhvørjum frammanundan. Haldi, tað er ótrúliga arrogant av HanusSamró at siga, at hann ”framvegis” fer at arbeiða fyri einum Fountain House, táHanus Samró ongantíð hevur arbeitt fyri einum Fountain House. Hinvegin hevurHanus Samró mótarbeitt einum Fountain House, men vónandi ferhann ikki framhaldandi at mótarbeiða einum Fountain House.

Sannleikin er, at samgongan onki hevur gjørt fyri at fáa eitt Fountain House.Øll samgongan atkvøddi ímóti uppskotunum hjá andstøðuni. Somuleiðis er FountainHouse ikki nevnt við einum orði í fíggjarlógini, og tey einastu, sum hava gjørtnakað við málið, er andstøðan. 

Men tað steðgar ikki her. Hanus Samró sigur, at hann vil arbeiða við at finnaeina loysn saman við andstøðuni. Men tað er eitt ótrúliga merkiligt samstarv, sumbyggir á at fella uppskotini hjá sínum samstarvspartnara. Maðurin feldi jú bæðiuppskotini hjá andstøðuni…

 

Tá hetta er sagt, og umHanus Samró veruliga meinar nakað við síni orð, so eru vit altíð til reiðar atsamstarva og finna loysnir saman, heldur enn at mótarbeiða hvørjum øðrum.

 

Lat okkum fáa gongd áeitt Fountain House skjótast gjørligt, tí hetta er eitt mál, sum ikki kannbíða. 

 

Fyri at sitera Elvis: Alittle less conversation – a little more action! 

 

Vh

hrgar@hotmail.com

 

Harleyfacadeacryl