Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koyrdi undan politinum við nógvari ferð

John William Joensen

Fyri løtu síðan varð ein maður handtikin eftir at hava koyrt undan løgregluni á motorsúklu við rættiligari nógvari ferð í gjøgnum býin. Skilaleysa koyringin endaði í Kálvadali á gamla Leirvíksvegnum og maðurin var síðani fluttur á Landssjúkrahúsið.

Fyri løtu síðan varð ein maður handtikin eftir at hava koyrt undan løgregluni á motorsúklu við rættiligari nógvari ferð í gjøgnum býin. Skilaleysa koyringin endaði í Kálvadali á gamla Leirvíksvegnum og maðurin var síðani fluttur á Landssjúkrahúsið.

Ferðslupatruljan hjá løgregluni var í Klaksvík í dag og kl. 20:20 boðar patruljan alarmsentralinum frá at teir koyra aftaná eini motorsúklu sum koyrir 140 km/t inni í býnum.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn koyrir motorsúklan nógv skjótari enn teir skrásettu 140 km/t og setir kós móti Norðoyatunnlinum.

– Vit stongja tunnilin og koyra bummarnar niður, men teir eru bara hálva vegbreidd so motorsúklan koyrir við ferð sum er mett til at verða væl omanfyri 200 km/t ígjøgnum Norðoyatunnilin og víðari gjøgnum Leirvíkstunnilin. Ferðslupolitiið roynir at fylgja við men sær bert í glimtum motorsúkluna. Komnir til rundkoyringina í Gøtudali síggja teir at motorsúklan er á veg móti Kambsdali, men tá ferðslupatruljan kemur niðan á Eiði er motorsúklan ikki at síggja. Avgjørt var at koyra eftir gamla Leirvíksvegnum, men tá teir koma aftur til Leirvík har politibilur úr Klaksvík stendur fyri teimum er motorsúklan ikki at síggja.

– Leita varð m.a. á Heygaleiti men einki var at finna.

– Avgjørt var síðani at koyra inn aftur eftir gamla Leirvíksvegnum og tá komi var í Kálvadal finna teir  motorsúkluna liggjandi í knúsi við síðurnar av vegnum. Síðani sóu teir mannin einar 100 metrar frá motorsúkluni. Hann hevið fingið skaða og boð vóru send eftir sjúkrabilinum og í løtuni er maðurin á veg á Landssjúkrahúsið.

Sambært vakthavandi var maðurin funnin kl. 20:58.