Tann 22. apríl fekk Norðlýsið eitt ónavngivið bræv í einum brævbjálva hjá Landssjúkrahúsinum har ákærur um korruptión vóru móti ovastu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum í samband við innkeyp, leigumál og starvsetanir.

Eftir at hava mett um innihaldi í brævinum avgjørdu vit at senda brævið til aðalstjóran í Heilsumálaráðnum og stjóran á Landssjúkrahúsinum. Heilsumálaráðið avgjørdi eftirfylgjandi at biðja um eina frágreiðing frá Landssjúkrahúsinum.
Tann 7. Mai skrivar leiðslan á Landssjúkrahúsinum eina frágreiðing til Heilsumálaráðið har allar skuldsetingarnar verða afturvístar.