Skráin í vikuskiftinum verður tann sama, sum ætlanin var, at hon skuldi vera síðsta vikuskifti, tá ið festivalurin varð útsettur orsaka av vánaligum veðurvánum
Skráin í vikuskiftinum verður tann sama, sum ætlanin var, at hon skuldi vera síðsta vikuskifti, tá ið festivalurin varð útsettur orsaka av vánaligum veðurvánum
Orsaka av vánaligum veðri gjørdu fyrireikararnir av mitt í síðstu viku at útseta bátafestivalin, sum ætlanin var at halda síðsta vikuskifti. Upp undir vikuskiftið var veðrið rættuliga gott, og onkur ivaðist kanska í, um tað nú var rætt at útseta. Men fyrrapartin leygardagin, tá ið bátarnir skuldu havt stevnt ínn á Skálafjørðin og síðani inn í Oyrahavnina, var veðrið sera illfýsið, og fyrireikararnir og øll í Nes kommunu mundu prísa seg lukkulig yvir, at fyrireikararnir høvdu tikið veðurmenninar upp á orðið, tá ið teir boðaðu frá vánaligum líkindum fyrrapartin leygardagin.
Eftir døgurða var veðrið aftur av tí besta, og harvið varð enn eina ferð undirstrikað, hvussu skiftandi veðrið er í Føroyum. Ofta vísir tað seg at vera soleiðis, at í einum samdøgrið eru allar árstíðirnar.
Nú verður festivalurin enn eina ferð fyrireikaður. Hann verður frá fríggjakvøldinum 10. mai og fram til sunnudagin 12. mai. Skráin verður tann sama, sum ætlanin var, at hon skuldi vera síðsta vikuskifti. Økið at seta kampingvognar á verður opið, søla av mati og drekka verður, sum tað varð ætlað síðsta vikuskifti, og undirhald av ymsum slagi verður, sum tað var lýst í skránni undan síðsta vikuskifti.
Síðsta leygardag var stórur dagur í Oyrum, tá ið Oyrahandilin læt upp í nýggjum líki. Har var ein rúgva av vitjandi. Ein partur av skránni á bátafestivalinum var, at mótasýning skuldi vera í Oyrahandlinum, og soleiðis verður tað eisini nú leygardagin. Oyrahandilin letur dyrnar upp klokkan 10, og hann fer at hava opið til klokkan 22. Mótaframsýningin verður klokkan 18.30.
Stóri spurningurin er so, hvussu tað verður við veðrinum. Sambært veðurforsøgnunum verður tað gott festivalveður á Toftum. Tað verður so at siga góðveður næstu dagarnar, og harvið verður tað gott og slætt hjá bátunum at sigla inn á Skálafjørðin og til Toftir.
Leygardagin verður sagt frá 3 til 8 metrum um sekundið av ymsum ættum. Tað verður skýggjað loft, og hitin verður 5 til 8 stig. Møguleiki er fyri onkrum ælingum.
BÁTAFESTIVALURIN Á TOFTUM
FRÍGGJAKVØLDIÐ 10. mai
Kl. 23.00 Diskotek í tjaldinum
LEYGARDAGIN 11. mai
Kl. 12.30 Bátarnir seta kós út á Toftir
Kl. 14.00 Bátarnir koma í bátahavnina í Oyrunum, harmonikulið spælir, har bátarnir leggja at
Kl. 14.30 Borðreitt verður við suppu v.m. í matarhøllini á fiskavirkinum
Kl. 16.00 Byrjar sølan av væl umtóktu festivalbúffunum. Hon heldur fram til kl. 19.00
Pylsuvognurin letur upp
Leikaland letur upp
Andlitsmáling
Tombola
JP prýði letur upp
Sølubúð
Barnakór úr Nebo syngur
Kl. 16.30 Kórið úr Undirhúsinum á Toftum syngur
Kl. 17.00 Kórið úr Tabor syngur
Skattajakt við Kapt. Gardar
Kl.17.30 Árni og Marner Andreassen syngja
Kl.18.00 Kristina Bærentsen syngur
Kl.18.30 INSITO og NAVIA hava mótasýning
Oyrahandilin er opin frá klokkan 10 til 22
Kl.19.30 Uppboðssøla av karikaturtekning sum av myndar lokalar persónar í bygdini
Kl.23.00 Dansur við Halli Joensen




