Vit vita av royndum, at tænastan til borgaran hækkar og nærveran styrknar, tá ið borgaravendartænastur verða fluttar frá landi til kommunur at røkja. Tí eigur at arbeiðast miðvíst við eisini at leggja eldraøkið út til kommunurnar at taka fulla ábyrgd av eftir einum fult nøktandi fíggjarligum leisti.
Vitvita av royndum, at tænastan til borgaran hækkar og nærveran styrknar, tá iðborgaravendartænastur verða fluttar frá landi til kommunur at røkja. Tí eigurat arbeiðast miðvíst við eisini at leggja eldraøkið út til kommunurnar at takafulla ábyrgd av eftir einum fult nøktandi fíggjarligum leisti.
Vit sóu tað, tá ið kommunurnar tóku allaábyrgd av barnaansingarøkinum, hvussu bíðilistarnir eftir fáum árum hvurvu, ogtilboðini fjøltáttaðust, og nakað tað sama hendi, tá ið barnaverndarøkiðvarð skipað út frá kommununum.
Tað er tí fyri mær eingin ivi um, atarbeiðið við at útdelegera eldraøkið frá landinum til kommunurnar eigur athalda miðvíst fram.
Higartil hevur henda tilgongd snávað ífíggjarliga partinum, og tí má dentur serliga leggjast á at finna ein fultnøktandi fíggjarligan leist, soleiðis at bæði gjald og vald innan eldraøkiðkemur at liggja fult og heilt hjá kommununum – til frama fyri tænastustøðið ogmøguleikarnar hjá okkara eldru borgarum.
Avgerðirnar flyta nærri borgaranum
Sum nýliga valdur formaður í SosialuNevnd hjá Klaksvíkar Býráð havi eg hesa fyrstu tíðina lagt meg eftir at koma úttil allar tær deildir og stovnar, sum virka innan málsøkið hjá nevndini.
Innan eldraøkið er ein av niðurstøðunum,at í verandi bygnaði er frástøðan – bæði bygnaðarliga og geografiskt – ov longfrá teimum, sum dagliga leiða og virka innan eldraøkið her í Norðoyggjum, og soavgerðartakararnar og játtandi myndugleikan í høvuðsstaðnum.
Tá ið kommunurnar fáa fulla ábyrgd aveldraøkinum, flyta allar avgerðir til lokalsamfelagið og harvið nærriborgaranum og teimum, ið starvast innan eldraøkið, soleiðis at báðir partar fáastørri ávirkan, eins og møguleikarnir fyri nýhugsan gerast størri.
Okkara eldru mugu aftur í miðdepilin
Vit eru í dag vitni til, at okkara eldruikki eru í miðdeplinum longur, tá ið um røkt og trivnað teirra ræður.
Tað er bara at hyggja í miðlarnar, harfleiri ófrættakendar søgur viðvíðkjandi eldraøkinum verða bornar fram – og núhoyrist enntá, at allar søgurnar sleppa ikki fram í ljósmála, tí røktarfólk ogdeildarleiðarar hava fingið munnkurv?!
Hettaber boð um krepputekin á eldraøkinum.
Bygnaðarbroytingar loysa ikki hesar trupulleikarnar
Eftirhondini er nógv vatn runnið í ánni,síðan løgting og landsstýri tóktust vera samd um at flyta eldraøkið frálandinum til kommunurnar, og síðani hava arbeiðsbólkar við politikarum ogembætisfólkum arbeitt við tilmæli um, hvussu hetta best kann fremjast í verki.
Kortini hava vit í seinastuni sæð, atlandsmyndugleikin hevur framt bygnaðarbroytingar, har ein partur er hetta samaeldraøkið, sum í næstum skal flytast frá landinum til kommunurnar.
Mær rennur í huga eitt sitat avrómverjanum Gaius Petronius, sum fyri umleið 2000 árum segði, “… at okkumdámar at loysa allar nýggjar støður við at fremja bygnaðarbroytingar, sum gevurokkum eina illusión av, at vit harvið hava gjørt framstig, men ístaðin fremurhon kaos, ineffektivitet og demoralisering”!
Nei,eldraøkið verður ikki loyst við, at landið fremur bygnaðarbroytingar, har taliðav leiðsluliðum frá landsstýriskvinnuni niður til tann eldra borgaran neyvanminkar.
Eldraøkið verður best røkt av kommununum
Sjálvandi skal ábyrgdin og uppgávan avokkara eldru fremjast úti í kommununum, har full ábyrgd skal liggja hjá kommununum.
Uppgávan hjá landsstýrinum verður tá athava eftirlit við, at allar kommunur røkja sínar lógarkravdu skyldur á økinum –eftir sama leisti sum á barnaansingarøkinum, ið vit hava sera góðar royndir av.
Hetta er besti leistur at fáa eldraøkiðaftur á beint. Umsiting og røkt skal verða so nær borgaranum sum gjørligt.
Leggið tí eldraøkið út til kommunurnar!Lokala sjálvræði hevur stóran týdning í øllum hesum – tað ger stóran mun, tá iðavvarðandi kenna og vita, hvønn tey skulu heita á, og hvar tey skulu venda særvið spurningum og kunning, tá ið teirra gomlu foreldur tørva hjálp.
Jóhann Lützen
formaður í Sosialu Nevnd hjá Klaksvíkar Býráð




