Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður á ráðharrafund í Arktiska Ráðnum og á norðurlendska arbeiðsmarknaðarráðstevnu

Norðlýsið

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen luttekur á ráðharrafundi í Kiruna 14. og 15. mai saman við uttanríkisráðharrunum í limalondunum í Arktiska Ráðnum. Á skránni fyri fundin er m.a. undiritan av arktisku samstarvsavtaluni um oljutilbúgving.

Tann 16. mai luttekur løgmaður á arbeiðsmarknaðarráðstevnu í Stokkhólmi saman við norðurlendsku forsætisráðharrunum. Evni fyri ráðstevnuna er ungdómsarbeiðsloysi.
 
Løgmaður verður aftur í Føroyum 17. mai.