Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppi signal um promillumark á sjónum

John William Joensen

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Jóannes á Brúgv, sigur at kjaki um promillumarki á sjónum fekk eina óhepna vend nú ein meiriluti í løgtinginum samtykti at loyva at silgt verður við ymiskari promillu alt eftir stødd á báti og við hvørji ferð silgt verður og um viðkomandi eru í vinnuligari sigling ella bara er farin ein siglingartúr.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Jóannes á Brúgv, sigur at kjaki um promillumarki á sjónum fekk eina óhepna vend nú ein meiriluti í løgtinginum samtykti at loyva at silgt verður við ymiskari promillu alt eftir stødd á báti og við hvørji ferð silgt verður og um viðkomandi eru í vinnuligari sigling ella bara er farin ein siglingartúr.

– Tað sum vit mæltu landsstýrinum til var at vit fingu eina null hugsjón á sjónum eins og galdandi lóggava er fyri akfør á landi.
– Tá uppskotið kom í Vinnunevndina fór orðaskifti at snúgva seg um at á sjónum var nógv størri fjarstøða millum bátar og skip enn millum bilar í ferðsluni. Eisini fór man at kjakast um ferðslu á opnum havi og tað var slett ikki har sum tilráðingin hjá okkum hevði sítt kjølfesti.
– Tað sum vit mettu hava stóran týdning fyri trygd á sjónum er hvussu ein er førur fyri at handla tá ein kemur í vandastøðu. Tá ein bátur hevur rent á land ella hevur verið fyri einhvørjum óhappi, sum setur trygdina í vanda hjá fólki umborð mettu vit at tað var umráðandi at ein ikki var ávirkaður av rúsdrekka:

– Men ein meiriluti í Vinnunevndini ásetti eitt hægri promillumark 0,4 fyri ávísan bólk og sendir eftir okkara tykki eitt ógreitt signal – tí nú kann man álíkavæl drekka eitt “sindur”.

Lógarbroytingin sum var samtykt við 3. viðger ásetur trý ymisk “mørk”

Tað var eftir at m.a. bátafelagið í Havn hevði mótmælt í skrivið til vinnunevndina og fjølmiðlar at tinglimir fóru at kjakast um tað mundi gera nakran skaða um ein fekk sær eina ella tvær øl á veg ein stuttleikatúr og fyrst feldi meirilutin í løgtinginum eitt broytingaruppskot sum m.a. hevði loyvt stuttleikabátum eina promillu uppá 0,5. Men við 3. viðger samtykti løgtingið eitt nýtt broytingaruppskot frá somu tingfólkum; Janus Rein, Páll á Reynatúgvu, Aksel V. Johannesen, Kristianna Winther Poulsen og Bjarni Djurholm.

Norðlýsið hevur spurt Sjóvinnustýri um hvussu nýggju promillumørkini skullu umsitast og í gjár fingu vit hetta skrivið í telduposti frá Sjóvinnustýrinum:

Eftir at hava lisið endaliga samtykta eftir 3. viðgerð í Løgtinginum, fáa vit tað til at rættarstøðan eftir 20. mai 2013 verður henda:
Vinnufør:0,2 promillu uttan mun til stødd ella ferð (§ 52, stk. 1)
Stuttleikafør:Longri enn 12 metrar uttan mun til ferð: 0,2 promillu (§ 52, stk. 1)
12 metrar og styttri og meira enn 15 míl: 0,4 promillu (§ 52, nýggja stk. 2 samanborið við § 52, stk. 3 mótsetningsvís)
12 metrar og styttri og max. 15 míl: Onki ávíst promillumark, men “drukkið so mikið..” (§ 52, stk. 3 – sum er gamla stk. 2 jvb. § 52a) .
Leggjast skal afturat at vit hava ikki haft møguleika at eftirkannað, um broytingarnar hjá Løgtinginum eru “konsekvensrættaðar” í revsi- og frádømingarreglunum.

Sjóvinnustýrið umsitur og hevur ábyrgd av føroyska regluverkinum, sum ásetur krøv til skip og bátar, skrásettir í føroysku báta- og skipaskrásetingunum.

Harleyfacadeacryl