Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 14. og 15. juni 2013
Eydnuhjól, lutaseðlar, pylsugrill, tombola, fiskibrunnur, bóltkast og kaffisøla í Mikladali í døgunum 14. og 15. juni 2013
Fríggjakvøldið 14. juni og leygardagin 15. juni 2013 skipar Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag fyri sínum árligu tiltøkum í Mikladali til frama fyri felagið.
Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið í felagshúsunum “Innistova” kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin í miðhæddini, meðan eydnuhjólið fer fram í dansistovuni í kjallaranum.
Leygardagin byrjar kondibingo kl. 13.30 niðan Háls.
Kl. 15.00 verður pylsugrill, bóltkast og fiskibrunnur í túninum uttanfyri Innistovu og tombola í skúlanum. Kaffisølan opnar um somu tíð.
Eydnuhjólið byrjar aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan verður opin, meðan eyðnuhjólið fer fram.
Eftir eydnuhjólið verða lutaseðlarnir trektir í túninum.
”Sam” siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 sunnunáttina. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30.
Øll eru vælkomin.




