Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarmálaráðharrin á vitjan í Norðoyggjum

Danial Viðoy

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri var hósdagin 16. mai á vitjan í Klaksvíkar og Viðareiðis Kommunu umframt á stovnum og fyritøkum í Klaksvík.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri var hósdagin 16. mai á vitjan í Klaksvíkar og Viðareiðis Kommunu umframt á stovnum og fyritøkum í Klaksvík.

Fíggjarmálaráðharrin vitjaði fyrst hjá Klaksvíkar Kommunu, har hann varð móttikin av borgarstjóranum, kommunustjóranum og vinnu- og mentanarstjóranum. Tosað var serliga um tilgongdina við at leggja eldraøkið út til kommunurnar, býti av partafelagsskatti millum kommunurnar og grøna orku.

Eftir hetta var fíggjarmálaráðharrin á vitjan í Norðoya Sparikassa. Har hitti hann Marner Mortensen, og teir umrøddu eitt nú SIFI (systemically important financial institution), nýliga lækkaðu renturnar og støðuna hjá smærri bankum í Føroyum.

Á Kósini hitti fíggjarmálaráðharrin m.a. Hanus Hansen. Greitt varð frá virkseminum hjá samtakinum í Føroyum og Grønlandi, bygnaðinum og søguni hjá felagnum. Serliga var eisini tosað um avbjóðingarnar at manna línuskipini. Her liggja stórir inntøkumøguleikar hjá landinum, sum verða ótroyttir. Tosað var um møguligar loysnir í samband við línuflotan.

Fíggjarmálaráðharrin var á vitjan hjá TAKS í Klaksvík. Har hitti fíggjarmálaráðharrin starvsfólkið og Eyðun Mørkøre, ið greiddu frá, hvørjar meginuppgávur TAKS í Klaksvík røkir.

Seinasti steðgurin, áðrenn farið varð til Viðareiðis, var í Ánunum hjá P/F Christian í Grótinum, har Kristian Martin Rasmussen, Jón Rasmussen og Jan Petersen greiddu frá um bygnaðin, fíggjarligu gongdina hjá felagnum umframt um framleiðsluna og søluna í 2012. Eisini varð tosað um møguligu ávirkanina av makrelósemjuni í ES og nýggja tøkni, sum felagið hevur fingið. Eftir hetta fekk fíggjarmálaráðharrin eina forkunnuga rundvísing umborð á Norðborg.

Vitjanin endaði á Viðareiði, har Hans Jákup Kallsberg og aðrir bygdarráðslimir greiddu frá um virksemið og støðuna í kommununi; herundir um útbygging av skúlanum, sum eftir ætlan verður liðugur í summar. Eisini greiddu borgarstjórin og bygdarráðslimirnir um raðfestingarnar hjá kommununi á barna- og ungdómsøkinum.