Grannauppgerðin í Gundadali er stóri dysturin hetta umfarið,men eisini við Stórá møtast tvey søgulig feløg.
AB-ÍF
AB fekk stig seinast, men javnleikir muna lítið í støðunihjá AB, sum liggur langt aftast í deildini. Liðið manglar framvegis fleirileikarar vegna skaðar ella leikbann. Men skal liðið nærkast liðunum uppi yvirstrikuni, so er hetta ein dystur, sum skal geva fult. ÍF er ikki millumsterkastu liðini í deildini, men teir hava vunnið tepurt móti AB í bæði lands-og steypakappingini í ár. ÍF spælir nógvar javnleikir í ár og er eisini bliviðliðið, sum ofta kemur afturíaftur eftir at hava veri aftanfyri. AB hevur ennikki fingið stig á heimavølli og vit tippa eisini ein tepran úti sigurhesaferð. Tipping: 2
07Vestur-EB/Streymur
07Vestur er í einum lítlum aldudali eftir eina annarsgóðkenda byrjan. Liðið hevur framvegis bara ein sigur í kappingini og má skjótttil at vinna aftur, um frástøðan ikki skal blíva ov long upp til tey næstuliðini. Tað var bara spurningur um tíð, áðrenn føroyameistararnir komu í gongd.Og við Egil á Bø á liðinum sær út til at teir nú eru vaknaðir. Liðið hevurvunnið fleiri dystir seinastu tíðina og verjuparturin letur fá mál inn. Hóast07Vestur spælir á heimavølli, so er mest sannlíkt, at EB/Streymur tekur seg 3stig nærri nøkur av liðunum aftanfyri HB. Tipping: 2
NSÍ-Víkingur
NSÍ er eitt sera óstøðugt lið higartil í ár. Ein hevur fatanav, at teir hava fatur á rætta endanum, men so tapa teir stórt móti HB ogseinast mistu teir eina 3-0 leiðslu í Fuglafirði. Hjá Víkingi fóru bæði HansJørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen av vøllinum við skaða í fyrra hálvleikimóti KÍ. Vit vita ikki, um teir eru tøkir til hendan dystin. Spæla teir ikkiger tað liðið veikari, tí móti KÍ var stórur munur á dygd frá fyrra hálvleikiog til seinna hálvleik. Víkingur hevur enn ikki fingið nakað stig á útivølli,meðan NSÍ burtursæð frá HB dystinum hevur víst gott spæl á heimavølli. Tíkoppar tað til heimaliðið. Tipping: 1
B36-HB
B36 hevur ikki víst nógv síðani teir í 2. umfarinum vunnusera sannførandi móti Víkingi. Áðrenn tað var avrikið eisini gott móti HB. Mensum tey flestu vístu á undan kappingini, so var hópurin tunnur og toldi illaskaðar og leikbann. Tað er júst hetta, ið vit hava sæð. HB hinvegin hevur mentseg síðani 1-1 javnleikin í fyrsta umfarinum. Verjuparturin letur nærum ikkimál inn og til álopspartin eru altíð onkrir av profilunum, ið sláa til. Skal HBsteðgast, so er ein grannauppgerð kanska júst dysturin, har hetta kann henda.Men avrikini hjá HB seinastu vikurnar hava verið so mikið nógv meirasannførandi enn hjá B36, at nógv skal broytast um HB ikki vinnur aftur hettaumfarið. Tipping: 2
TB-KÍ
Tvey av søguríku feløgunum hittast við Stórá mánadagin. TBhevur ment seg nógv gjøgnum kappingina og í Gundadali seinast sóu vit helduróvæntað, at liðið kann leggja tungt og langt trýst á sjálvt tey bestu liðini.Tann dagin hekk verjuparturin bara ikki saman móti Símuni Samuelsen. KÍ er íeinari lítlari kreppu í landskappingini, tí liðið einans hevur vunnið ein avseinastu fimm dystunum. Í fjør fekk KÍ lætt spæl í seinna hálvleiki í dystinumvið Stórá og vann 6-1. Eitt slíkt úrslit fáa vit neyvan hesaferð, tí TB liðiðhevur tikið seg fram og hava enn ikki tapt á heimavølli í ár. Fer TB at leypa ásum í Gundadali, so koma helst nógv mál í hesum dystinum og í einum opnum dystivið nógvum mál møguleikum eigur KÍ at hava teir størru einstaklingarnar, iðvísa størri neyvleika frammanfyri málinum. KÍ vinnur ein málríkan dyst.Tipping: 2




