Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðsmálverji og ársins málverji vrakaður

Jákup Ósá

Landsliðsmálverjin og málverjin, ið Norðlýsið í vikuni mettisum besta málverjan í Effodeildini fyrsta triðingin av kappingini, stendur ikkií HB málinum mánadagin, tá grannauppgerð móti B36 er á skránni í Gundadali.

 

HB liggur klárt á odda í Effodeildini við heili 7 stigumniður til næstu liðini. M.a. skyldast hetta einum sera góðum verjuparti, iðnærum ikki hevur latið mál inn. Tað er í veruleikanum bara KÍ, ið veruliga hevurmegnað at opnað HB verjupartin við at skora fleiri mál. Tí í hinum 8 dystunum ílandskappingini eru bara 2 mál farin ígjøgnum. Málverji hjá HB hesa tíðinahevur verið klaksvíkingurin Teitur Matras Gestsson, og hava hansara avrik veriðframúr góð. Fyrr í ár bleiv hann úttikin til landsliðið og í vikuni valdiNorðlýsið hann til ársins málverja fyrsta triðingin av kappingini.

 

Teitur vrakaður

Men HB hevur ikki bara ein góðan málverja í hópinum. Hans Jørgensen,sum áður hevur verið í landsliðshópinum, hevur alt kappingarárið kappast mótiTeiti. Hann hevur spælt í steypakappingini umframt ein dyst fyri EB/Streym.Trupulleikin hjá honum hevur verið, at Teitur hevur spælt nærum feilfrítt ogmangan bjargað liðinum eftir at hann í fyrsta umfarinum bleiv valdur framum.Norðlýsið hevur frætt frá vælvitandi keldum, at HB fer at gera eina roteringtil dystin mánadagin, nú næsti triðingurin av kappingini fer í gongd. At Teitur vardi málið hjá 1.deild hjá HB í dag undirbyggir hetta eisini. Venjarin OddbjørnJoensen meir ella minni váttar tíðindini.

           – Tað kann vera, at Hans stendur í málinummánadagin. Vit hava tveir fantastiskar málverjar og kanska hevur tú rætt í, atokkurt bendur á, at Hans fær møguleikan. Tað fáa vit at síggja mánadagin. Eg ogFróði (Benjaminsen, blðm.) gjørdu áðrenn kappingina greitt, at báðirmálverjarnir komu at spæla fleiri dystir, tí tveir so góðir málverjar kunnuikki sita eitt heilt kappingarár á bonkinum. So teir kenna treytirnar. Kappinginum plássið er sera hørð og tað síggja vit til hvørja venjing, at báðir leggjasera nógv fyri. Men hvussu býtið verður við dystum gjøgnum árið hava vit ikkiavgjørt, sigur Oddbjørn Joensen við Norðlýsið í kvøld.

So hóast Oddbjørn ikki beinleiðis sigur tað, so bendur altá,  at sera vælspælandi Teitur MatrasGestsson má út á bonkin til dystin móti B36, ið altíð er eitt avhæddarpunktunum á árinum hjá báðum havnaliðunum. Tá Teitur hevur spælt so væl, sum hann hevur, so var hetta neyvan væntandi fyri tey flestu. Um eina viku verðurlandsliðshópurin úttikin til dystirnar móti Írlandi og Svøríki, og har kannhendan broytingin fáa avleiðingar fyri júst Teit. Tí áðrenn seinastu úttøkumóti Eysturríki var tað øvugt, har Teitur tók plássið frá Hans bæði hjá HB og álandsliðinum. So fáa vit at síggja um eina viku, um sama støðan hendur tá.