Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útivika í Kunoyar kommunu

Tíðindaskriv

Í sambandi við útivikuna í Kunoyar kommunu verður gongutúrur í Haraldssundi í kvøld, 22. Mai kl. 19.

Í sambandi við útivikuna í Kunoyar kommunu verður gongutúrur í Haraldssundi í kvøld, 22. Mai kl. 19.

Óluva Klettskarð, søgufrøðingur, verður frásøgufólk á túrinum. Áhugað møta í Bygdarhúsinum kl. 19, og farið verður runt í bygdini; sjálvur túrurin byrjar uppi á Gørðum, ið er býlingur omanfyri býlingin heimi við Hús.

Kommunan hevur fyriskipað ymisk tiltøk útivikuna, og í gjár var gongutúrur í Kunoyar bygd. Eini 30 fólk vóru í fylgi, og frálíka væl hepnaðist frásøgnin hjá Djóna Kunoy.

Eftir túrin í kvøld, ið væntast at taka ein tíma, bjóðar kommunan frukt og kaffimunn í bygdarhúsinum.