Føroyska bridgelandsliðið skal hetta vikuskiftið spæla í kappingini um norðurlandsmeistaraheiti
Føroyska bridgelandsliðið skal hetta vikuskiftið spæla í kappingini um norðurlandsmeistaraheiti
Bestu bridgespælarar í Norðurlondum skulu hetta vikuskiftið kappast um NM-heitið í Keflavík.
Føroyska landsliðið skal royna seg í kappingini í Íslandi, sum er annaðhvørt ár.
Bridge í Norðurlondum er á sera høgum støði – Ísland hevur verið heimsmeistari og hini londini hava eisini ligið í oddinum í teimum stóru kappingunum.
Síðani januar hevur føroyska bridgelandsliðið vant til hesa kappingina. Danski úrvalsleikarin Jacob Røn er landsliðvenjari saman við Arnbjørn Sivertsen.
Á landsliðnum eru Dánjal Pauli Mohr-Arne Mikkelsen, Símun Lassaberg-Árni M. Dam og Jóannes Mouritsen-Egil Sondum.
Kappingin endar sunnudagin.




