Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í menniskjum góður tokki hjálpir nú alt árið

Tíðindaskriv

Í menniskjum góður tokki fer nú at hjálpa fíggjarliga sperdum familjum alt árið. Átakið hevur seinastu 3 árini latið 2,8 mio í jólahjálp til 1256 familjur.

Í menniskjum góður tokki fer nú at hjálpa fíggjarliga sperdum familjum alt árið. Átakið hevur seinastu 3 árini latið 2,8 mio í jólahjálp til 1256 familjur.

Tá jólahjálpin í fjør varð latin, sendi Í menniskjum góður tokki út eitt spurnarblað til familjurnar, fyri at fáa størri innlit í hvussu sperda fíggjarstøðan ávirkaði teirra gerandisdag. Nógvar familjur svarðu spurnarblaðnum og aftursvarini vísti ein gerandisdag, har familjurnar stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman og har bæði børn og vaksin liva við stórum avmarkingum.

Meira enn helmingurin av teimum familjum, sum fáa jólahjálp frá okkum, hava 65 kr ella minni um dagin at lívbjarga sær við – væl at merkja, um ongin óvæntað útreiðsla kemur til klæðir, tannlækna, heilivág o.a.

Um tað hendir, hava tær enn minni ella onki.

Upphæddirnar, sum familjurnar hava at liva av og tað samskifti, ið vit hava við nógvar teirra, vísa heilt greitt, at vit í Føroyum hava familjur, sum liva í djúpum fátækradømi. Hjá flestu teirra er tað ein spurningur um at hava ráð at keypa mat til sín og børnini.

Støðugt at hava trot á kontoini, støðugt at noyðast at velja ímillum at keypa mat ella gjalda rokningar og ongantíð at vita, hvussu støðan verður í komandi viku ella mánaða, eru ómenniskjansliga harðar treytir at liva undir.

Annlis Bjarkhamar, stigtakari leggur dent á, at ongin ivi er um, at hesar familjur tørva eina hjálpandi hond, og tí víðka vit í Í menniskjum góður tokki okkara virksemi til alt árið. Hart sperda fíggjarstøðan hjá hesum familjum ger, at tað ikki longur er nóg mikið bert at hjálpa á jólum, annað og meira skal til!

– Vit vita, at børn í familjum við lítlum pengum hava tað trupult, og at teirra gerandisdagur er nógv merktur av sperdu fíggjarstøðuni. Foreldur og børn siga sjálvi frá, at ráð ikki eru til føðingardagar, frítíðarítriv, eina heita máltíð hvønn dag ella nýggj og góð klæðir. Hetta er veruleikin hjá uml. 500 – 600 føroyskum børnum. Vit fara tí í víðkanini av Í menniskjum góður tokki at leggja høvuðsdentin á, at rætta hesum børnum eina hjálpandi hond, at gleða tey og skapa teimum ein betri møguleika at liva eitt virðiligt og virkið lív, sigur Annlis Bjarkhamar.

Í víðkanini av átakinum fer dentur at verða lagdur á at geva familjunum nýggjan og heilsugóðan mat, hjálp fer eisini at verða givin so børn kunnu halda føðingardag, ganga til frítíðarítriv og hava gó

p teimum sum hava tað allar truplast.unnu halda føðingardag, ganga til frpphædd, sum fer at kontoini hvønn mag so sleppur hon sð og heit klæðir.

Føroyingar fáa nú møguleika at hjálpa hesum børnum og familjum teirra og gera mun hvønn mánað, hjá teimum sum hava tørv á eini hjálpandi hond.

Elektron hevur ment eina skipan til Í menniskjum góður tokki, har til ber umvegis netið at tekna seg sum stuðul við fastari upphædd, sum fer at kontoini hvønn mánað.

Til ber at stuðla við ymiskum upphæddum, og tann upphæddin, ið tú stuðlar við, fer beinleiðis víðari til familjurnar og børnini.

50 kr um mánaðin: Gev einum barni einar vetrarstyvlar, eina kavadrakt ella ein heitan jakka

100 kr um mánaðin: Gev einum barni møguleika at taka lut í frítíðarvirksemi

200 kr um mánaðin: Gev ein kakumann ella kakukonu til føðingardagin hjá einum barni

250 kr um mánaðin: Gev eini familju ein stóran kassa við frukt og grønmeti

375 kr um mánaðin: Gev eini familju ein stóran kassa við gerandisvørum

Í samstarvi við Posta verður ein bóklingur borðin í hvørt hús í landinum í næstu viku, har ber til at lesa meira um hvussu tú kanst stuðla og hvussu tú kanst hjálpa einum barni og familjuni hjá tí. Men longu nú er møguligt at stuðla átakinum við at vitja hesa síðina:

https://www.rokningadepilin.fo/elk/rd/rdForm.aspx?open&content=Fastgjald&key=B666EC51C8278C65

Eisini ber til at lesa meira á www.takk.fo um víðkanina av Í menniskjum góður tokki

Um nakrar vikur verður møguligt hjá fíggjarliga sperdum familjum at søkja um hjálpa frá Í menniskjum góður tokki. Eitt serstakt umsóknarblað verður tá, at finna á síðini til teirra sum ætla sær at søkja.

Í menniskjum góður tokki vónar at føroyingar fara at stuðla eins væl og teir hava gjørt í samband við jólahjálpina, tí bara soleiðis fáa vit hjálp teimum sum hava tað allar truplast.