Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu fer Lars at manna landsliðshópin?

Jákup Ósá

Norðlýsið væntar, at 9 leikarar fáa landsliðsboðsunnukvøldið, ið ikki vóru við ímóti Eysturríki.

 

Í annaðkvøld fer Lars Olsen at taka landsliðshópin út.Seinast blivu 19 leikarar úttiknir. Hesaferð hava Hallur Hansson og FróðiBenjaminsen leikbann fyrra dystin, men verða uttan iva nýttir til seinnadystin. Tí vera helst 21 leikarar úttiknir. Norðlýsið fer niðanfyri at gevasítt boð uppá, hvussu hópurin fer at síggja út.

 

Hans fær plássið frá Teiti

Á málmanspostinum verður minst ein útskifting. Til seinasta landsdystvann Teitur M. Gestsson plássið bæði á HB liðinum og landsliðinum beint áðrennúttøkuna. Hesaferð er øvugt og tá landsdystirnir eru 7. og 11. Juni er nærumein mánaði síðani, at Teitur, ið annars eftir okkara tykki hevur verið bestimálverjin í Effodeildini fyrsta triðingin av kappingini, hevur leikt nakran dyst. Fylgir Larssama leisti sum seinast, so velur hann Hans framum nú. Eisini tí, at Hans áðurhevur verið partur av A-landsliðinum og er ein góður málverji. Annars vera neyvan fleiri útskiftingar,hóast venjarin kanska er freistaður at taka Jákup Mikkelsen út aftur eftir, atspurnartekin kann setast við formin hjá Gunnari seinastu vikurnar og eisiniseinasta landsdyst.

 

Ivasom verja

Tað eru trupult hjá Lars Olsen at manna verjuna til hendandystin. Odmar Færø hevur einans leikt 4 dystir fyri Farfar síðani seinastalandsdyst og hevur ikki leikt síðani 13. apríl. Tí verður hann neyvan úttikin,tá ein eisini hugsar um hansara seinasta landsdyst, tá hann beinleiðis kostaðiokkurt mál og ei heldur var í dystarvenjing. Heldur ikki Viljormur Davidsen kann vænta sær landsliðsboðhesaferð. Hann hevur spælt millum lítið og einki seinastu tíðina, og fyri tíðinasitur hann á bonkinum í næstbestu donsku deildini. So er tað Pól JóhannusJustinussen. Hann hevur ikki spælt sannførandi á NSÍ liðinum í ár og ei heldurá landsliðinum seinastu dystirnar, har hann hevur spælt vinstri bakkur. Fleiribetri loysnir finnast til vinstra bakk, so tað kann hugsast, at Pól Jóhannusverður valdur frá hesaferð. At gera fleiri enn tríggjar broytingar íverjupartinum kemur neyvan uppá tal og tað skal serliga Atli Gregersen veraglaður fyri. Tí avrikini hjá Víkinga verjuni hava ikki verið sannførandi í ár.Hansara hugburður og royndir telja nokk eisini nógv rætta vegin í hesumførinum.

 

Fá alternativ til álopið

Arnbjørn Hansen er skaddur, og fyri hann verður heilt vistPáll A. Klettskarð úttikin. Men burtursæð frá tí, so eru fá alternativ til eittnú Jóan Símun Edmundsson, ið stendur við einum skrásettum máli síðani hann fórúr B68 í 2010. Av føroysku álopsleikarunum er tað nokk Leif Niclassen, ið hevurfingið mest burturúr, men hann er meira vanur við at spæla sum vongur ella vinstribakkur. Men vit vænta ikki, at tað verður nokk til landsliðspláss enn. ChristianL. Holst hevur ikki spælt serliga sannførandi í donsku deildini, men hann ertýdningarmikil í føroyska spælinum. Tí verða álops alternativini Páll A.Klettskarð, Christian L. Holst og Jóan Símun Edmundsson til komandilandsdystirnar.

 

Pætur spælt seg av

Landsliðsvenjarin var í Fløtugerði fríggjakvøldið. Har sá hannm.a. Pætur Dam Jacobsen, ið hevur verið í landsliðshópinum seinastu dystirnar.Pætur sá ikki út til at vera í optimalari venjing og tykist í løtuni ikki veraí venjingarstøðu til landsliðsfótbólt. Hann verður neyvan úttikin eftir slíkan dyst.

 

Teir vrakaðu

Vit hava nevnt, at góðar orsøkir eru til at vraka Teitur M.Gestsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen og Pætur DamJacobsen. Harumframt verður Daniel Udsen neyvan úttikin. Hann spælir á ov lágumstøði og hevur ikki givið landsliðinum stórvegis seinastu dystirnar. Og so erArnbjørn Hansen skaddur.

Vrakaðir: Teitur M. Gestsson, Odmar Færø, ViljormurDavidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Pætur Dam Jacobsen og Daniel Udsen.Arnbjørn Hansen er skaddur.

 

Teir nýggju

Hans Jørgensen og Páll A. Klettskarð eru nevndir sum nýggirí A-landsliðshópinum. Til verjupartin vænta vit, at Jóhan Troest Davidsen ogHeini Vatnsdal fáa boð. Teir eru báðir millum bestu leikararnar í Effodeildinifyrsta triðingin í ár og hava royndir frá A-landsliðinum og/ella U21 landsliðinum.

Hvør vinstri bakkur kemur inn fyri Viljorm Davidsen er meiraivasamt, tí fleiri góð boð eru. Ein er 18 ára gamli Ári Mohr Jónsson, sumseinastu vikurnar hevur fingið fitt av spælitíð fyri Silkeborg í bestu donskudeildini. Lars Olsen hevur tosað nógv um, at hann vil hava liðið at spæla meirafótbólt og halda uppá bóltin. Til slíkt spæl er Jan Ellingsgaard úr ÍF nokkbest egnaður. Hjá øðrum landsliðsvenjarum hava vit sæð t.d. Egil á Bø og BartalEliasen fingið landsliðsboð, tá teir eru farnir væl uppum 30 ár. Umhugsar Larstað sama, so er Heðin á Lakjuni eisini eitt gott boð, tí hansara avrik ávinstra bakki bæði í 2012 og 2013 hava verið góð og rættuliga støðug. Valiðfellur her á Ára, tí hann hevur spælt á hægri støði seinastu tíðina.

Til miðvøllin er Súni Olsen sjálvskrivaður og fríggjakvøldiðvar Høgni Madsen sannførandi móti EB/Streymi burtursæð frá einum stórum mistaki í fyrrahálvleiki. Hann tekur helst plássið hjá Pæturi. Til tað seinasta sentralaplássið er verri at velja. Atli Danielsen er við sínum 41 landsdystum okkarabesta boð, hóast hansara avrik síðani eina annars sannførandi byrjan í KÍ, havaverið rættuliga misjøvn.

Og til seinast er Christian Mouritsen eisini úttikin. Hanner ein leikari, sum áður hevur verið á landsliðinum og er í gongd við eittfrálíkt kappingarár, har hann hevur verið við í nógvum málum. Hansara teknsikastøðið kann eisini hóska seg væl til landsliðsfótbólt í mun til aðrar kant leikarar í føroysku kappingini.

Nýggir: Hans Jørgensen, Jóhan Troest Davidsen, Ári MohrJónsson, Heini Vatnsdal, Atli Danielsen, Høgni Madsen, Súni Olsen, ChristianMouritsen og Páll A. Klettskarð.

Dagføring kl. 23.02: Eftir at greinin kom út er blivið greitt, at Hjalgrím Elttør hevur givið avboð. Fyri hann vænta vit, at tekniskt sterki Kaj Leo í Bartalsstovu verður úttikin hóast eitt heldur óstøðugt kappingarár higartil í Víkingi.

 

 

Tað gevur eina niðurstøðu, har Norðlýsið tippar ein samlaðan 21 mans hóp uppá hesar leikararnar:

Gunnar Nielsen

Kristian Joensen

Hans Jørgensen

Jónas Tór Næs

Rógvi Baldvinsson

Jóhan Troest Davidsen

Atli Gregersen

Høgni Madsen

Ári Mohr Jónsson

Atli Danielsen

Hans Pauli Samuelsen

Hjalgrím Elttør (Kaj Leo í Bartalsstovu)

Christian L.Holst

Símun Samuelsen

Súni Olsen

Jóan Símun Edmundsson

Hallur Hansson

Fróði Benjaminsen

Páll A. Klettskarð

Heini Vatnsdal

Christian Mouritsen