Leygardagin 1. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 17. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu, sum er umleið 665 metrar. Smærru børnini renna eitt umfar og størru børnini tvey umfør. Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur tvs. 5 km. Rennast skulu knapt trý umfør av hesi rutu.
Nú skipar FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya) aftur fyri Grand Prix á stevnum í summar, og hetta verður so fyrsta umfar í hesi kapping.
Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.
Tey vaksnu byrja kl. 11.00 og eftir at tey hava runnið, so verður byrjað við yngstu børnunum. Skráin fyri rennikappingina leygardagin 1. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1997 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1958-1967) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1957 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) – 665 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) – 665 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) – 1.330 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) – 1.330 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, har gjaldast kann við DANKORTI. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 31. mai klokkan 21.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til onlinetilmeldingina er HER. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.




