Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Busssamband millum Havnina og Sørvág

Tíðindaskriv

Í samband við Sørvágs Country- og Blues Felstival, koyrir bussur millum Havnina og Sørvág.

Í samband við Sørvágs Country- og Blues Felstival, koyrir bussur millum Havnina og Sørvág.

Fríggjadagin fer bussurin av Bursatanga kl. 18 og steðgar við Eik í Sørvági, har høvuðsstøðin hjá festivalinum er, og har atgongumerkjasølan er. Bussurin koyrir leygarmorgun kl. 03.00 aftur til Havnar.

Leygardagin fer bussurin av Bursatanga kl. 18 og úr aftur Sørvági sunnumorgun kl. 04.00.

Kostnaðurin fyri bussin er 50 krónur pr. persón hvønn veg.

Fyrireikingarnar ganga væl:

Hesa seinastu vikuna hevur verði nógvur aktivitetur á Dungasandi í Sørvági við at fyrireika ársins Country- & Blues festival.

Fyrireikingarnar ganga væl, stóripallur er komin upp, Countrygøtan er við at takað skap, á Stakka er telt sett upp, útiveggurin á Biohøllini hevur fingið nýtt skap og Campingvognarnir seta longu nú sín dám á tað, sum tað heila snýr seg um, nemliga ein góðan Country- & Blues festival.

Campingplássini útseld:

Rættuligur gravgangur hevur verið eftir campingplássum til festivalin, í fjør vóru pláss fyri 27 vognum, í ár er hetta tal meira enn tvífalda og tey eru øll útseld.

Á heimasíðuniwww.country.fo ber til at keypa atgongumerki.

Verið øll so hjartaliga vælkomin á Country- & Blues festival í Sørvági.

Vit síggjast

Sørvágs Country- & Blues Festivalur