Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tim Christensen í Mentanarhúsinum á Varmakeldu

Tíðindaskriv

Spennandi Varmakelduskrá verður avdúka heilt skjótt, men longu nú kann avdúkast, at Tim Christensen spælir leygarkvøldið á Varmakeldu í Mentanarhúsinum, og hann fær ongan annan enn Stanley Samuelsen at hita upp.

Spennandi Varmakelduskrá verður avdúka heilt skjótt, men longu nú kann avdúkast, at Tim Christensen spælir leygarkvøldið á Varmakeldu í Mentanarhúsinum, og hann fær ongan annan enn Stanley Samuelsen at hita upp.

Leygarkvøldið tann 6. juli kl. 20.00 verður Mentanarhúsið karmur um eina sitikonsert við Tim Christensen, ið er mest kendur sum sangari, gittarspælari og sangskrivari hjá Dizzy Mizz Lizzy. Hetta kvøldið verður serstakt, tí talan er um eina akustiska solokonsert við Tim Christensen, og áðrenn konsertina verður upphiting við ongum øðrum enn Stanley Samuelsen.

Dyrnar lata upp kl. 19.00 og konsertin byrjar kl. 20.00

Einans 400 atgongumerki eru til sølu, og prísurin á atgongumerkinum er 295 kr. til hóskvøldið 20. juni á midnátt. Har eftir fer prísurin upp á 345 kr. Avgreiðslugjald til ebillett.fo er 20,- kr. Her er leinkja til atgongumerkjasølu: http://www.ebillett.fo/index.php?t=224

Her er leinkja til konsertina á Facebook: http://www.facebook.com/events/193726197450168/?fref=ts

Varmakeldustevnan er eisini í Fuglafirði hetta vikuskiftið, so nógv annað er at uppliva í Fuglafirði áðrenn og aftaná konsertina. Seinni hetta kvøldið verður dansur við Páll Finnur Páll í Mentanarhúsinum, atgongumerki kunnu einans keypast við dyrnar til dansin.