Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ setti FC Suðuroy uppá pláss

Jákup Ósá

Eitt vælleikandi og væl mannað KÍ lið til tíðir spældi FCSuðuroy av vøllinum í 1.deildardystinum í Klaksvík í dag.

 

Gott KÍ spæl

Tað gingu annars heili 43 minuttir áðrenn hol kom á. Fram tiltá hevði KÍ sitið tungt á dystinum og skapt nógvar stórar møguleikar. KristoffurJakobsen, Helgi Samson og Henry Heinesen høvdu allir stórar møguleikar, ið áttuat givið mál. Men beint áðrenn hálvleik kom hol á, tá John Hammer spældi góðanbólt afturum FC Suðuroy verjuna, har Helgi Samson gjørdist púra leysur ogskoraði til 1-0. KÍ spældi ein góðan hálvleik, har tað eydnaðist væl at haldabóltin á liðinum og annars skapa nokk av møguleikum. Við leikarumsum Heðin Klakstein og Eli Simonsen á miðvøllinum lá eisini væl fyri at spjaðaFC Suðuroy verjuna sundur við longum síðuskiftum.

 

Ísak serveraði málini

FC Suðuroy hevði sína bestu løtu fyrstu løtuna eftirhálvleikin. Tí var tað ikki heilt óvæntað heldur, at innskifti Jón KrossláPoulsen umvegis eitt KÍ bein javnaði til 1-1. Men hetta fekk KÍ liðið at vaknaðaftur. Eyðsýndi vinstri bakkurin Ísak Simonsen bleiv leysur í vinstru, spældiflatt innfyri, har Helgi Samson aftur var á rætta staðnum. Og løtu seinnuspældi Eli Simonsen góðan langan bolt afturum FC Suðuroy verjuna, harKristoffur Jakobsen tamdi væl, vísti teknikk, áðrenn hann legði bóltin trygtupp í málhornið. Seinasta KÍ málið kom eftir enn eitt innlegg frá ÍsakSimonsen. Hesaferð var Henry Heinesen púra einsamallur og so var 4-1.

 

Royndirnar munaðu

Tað sást, at FC Suðuroy byggir nýtt lið upp við sera ungumleikarum, ið enn skulu hava tíð til at menna seg. Teir royndu eisini at leggjahøgt trýst á til tíðir, men teir meira royndu klaksvíkingarnir, har nærum allirhøvdu royndir í Effodeildini, megnaðu sum oftast at spæla seg úr trýstinum.  KÍ spældi góðan fótbólt og við spæligleði. Fleiri spældu seg heilt vist nærri plássi á besta liðinum. Við sigrinum kom KÍ uppá 3. pláss í 1.deild.