Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heimskendur tenorur vitjar við kendum klassikarum

John William Joensen

Tað verður ein heilt serlig uppliving tá kendi gospel tenor sangarin David Phelps vitjar í Kelduni í Skálabotni við kendum sangum úr klassiskum tónleiki og kendum kirkjuligum sálmum. Og sjálvandi verður eisini nýggjari kristnir tónar o.a.

Tað verður ein heilt serlig uppliving tá kendi gospel tenor sangarin David Phelps vitjar í Kelduni í Skálabotni við kendum sangum úr klassiskum tónleiki og kendum kirkjuligum sálmum. Og sjálvandi verður eisini nýggjari kristnir tónar o.a.

Vantandi ferð konsertin at byggja á seinastu útgávuna hjá David Phelps ”Classic” og tí kunnu vit vanta eitt breitt úrvæl av kendum tónleiki – alt frá Ludwig van Beethoven til Bill Gaither.

Donna Non Vidi Mai (1893) ein sangur úr orpuni Manon Lescaut av Giacomo Puccini

Bring Him Home úr sangleikinum Les Miserables. O Mio Babbino Caro aria úr italsku opruni Gianni Schicci (1918) av Giacomo Puccini. Eisini kunnu vit vanta at Phelps fer at syngja Cesar Franck’s“Panis Angelicus,”.

Eisini syngur David Phelps stykkir av Franz Schubert, Mozart og Johann Sebastian Bach men hann leggur sína egnu týðing í hesi kendu verk. Sum ein rættur tjóðskaparmaður er vantandi at David Phelps ferð at syngja kendu amerikansku sálmarnar “America the Beautiful” og “God Bless America” . 

Sum eitt av hæddarpunktunum fer David Phelps í Kelduni í Skálabotni at royna seg við egnari týðing av Nessun Dorma sum eg vanti ferð at fáa Pavarotti at ressast við – jú – nógv er at gleða seg til.

Nýggja konsertferðin hjá David Phelps er ein ferð gjøgnum tónleik sum hesin fantastiski sangfuglurin sjálvur dámar og vit upplivað tað stilla og inniliga til tað meira stóliga og fantastiska sum tónleikur hevur at bjóða. Í sentrum er tann fantastiska tenorrøddin hjá David Phelps.

Um konsertina

18. juni skipar GjammaLIVE fyri konsert við David Phelps. Ætlanin hevur verið at hava konsertina í Nebo á Toftum, har pláss er fyri umleið 400 áhoyrarum, at sita.

Fyrireikararnir boða nú frá at útselt er í Nebo.

Tey hava tó verið í samráðingum við Kelduna í Skálafirði, um at hýsa konsertina so fleiri sleppa at uppliva David Phelps, saman við orkestri sínum 18. juni.

Pláss er fyri umleið 900 fólkum í Kelduni. Sølan av atgongumerkjum heldur tí fram á heimasíðuni hjá Gjamma.

Harleywoodpaint