Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitjan úr Basel

Hannefíða Joensen

Klaksvíkar býráð fær oftani vitjan av ymiskum bólkum – serliga í summarhálvuni, sum vilja vita hvat hendir í Norðoyggjum og um søguna annars her á staðnum. Herfyri vóru tað Norðurlendsku sendiharrarnir í Íslandi, sum vitjaðu.

Klaksvíkar býráð fær oftani vitjan av ymiskum bólkum – serliga í summarhálvuni, sum vilja vita hvat hendir í Norðoyggjum og um søguna annars her á staðnum. Herfyri vóru tað Norðurlendsku sendiharrarnir í Íslandi, sum vitjaðu.

Í dag var ein bólkur av 17 lesandi frá lærda háskúlanum í Basel á vitjan og er hetta aðru ferð í ár, at bólkur hagani vitjar býráðið. Fyrru ferðina vóru tey 28 lesandi. Tey lesa mál, bókmentur og søgu og í hesum sambandi hava tey eina 10-daga vitjan í Føroyum á skránni.

Tað er Jürg Glanser, professari í Nordisk Filologi við lærda háskúlanum í Basel og Zürich, sum stendur fyri ferðini og dugir hann væl danskt. Men hann tosar ræðið íslendskt, av tí hann hevur undirvíst har. Ein av sergreinum hansara eru føroyskar bókmentir.

Í dag vitja tey Norðoyggjar, har tey eftir vitjanina í býráðshøllini m.a. vitja Christianskirkjuna. Sjálvandi vitja tey eisini Fróðskaparsetrið, Løgtingið, Tjóðsavnið og Mentamálaráðið og skulu aðrar útferðir.

Tey fingu nógv ymiskt at vita fra Dáva Winther, mentanarleiðara, sum greiddi frá – Tó at søga og mál er teirra lestrarøki, so spurdu tey nógv um fiskivinnuna og serliga hvussu laksaalingin gekk fyri seg. Tað undraði tey, at laksavinnan hevur so stóran týdning, at hon t.d. fyrsta ársfjórðing í fjør av samlað útflutningsvirðinum lá um 40 %.

Tey frøddust um vakra umhvørvið, klaksvíkingar dagliga liva og virka í.