HB hevði undan hesum kappingaárinum ”keypt” fleirileikarar og liðið sá sterkt út. Men tað sær ikki út til at geva bestu úrslitini higartil. Tí í dag varklassamunur, tá HB vitjaði í Klaksvík og longu nú liggur HB 9 stig aftanfyri KÍ.
Við úrslitinum í dag kann ein siga, at HB neyvan kemur at stríðast um FM. Dysturin millum KÍ og EBS/Skála verður helst FMdysturin. KÍ vann hesaferð tryggan 4-0sigur og tað sigur alt um styrkismunin á liðunum. Klassamunur var á liðunum, hóast tey flestu væntaðu javnan dyst. Við sigrinum í dag kom KÍ áoddasessin, men við einum dysti fleiri enn EBS/Skála. Málini hjá KÍ skoraðu Eyðvør Klakstein(2), Rannvá B. Andreasen og Sigrid Jacobsen.




