Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-MB 6-5: Ótrúligur endaspurtur

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn í Norðlýsinum frá minniliga 6-5 dystinum) Vit hava hugt eftir, hvat Norðlýsið skrivaði í 1990 eftir ein tann minniligasta dystin í Klaksvík nakrantíð.

Niðanfyri endurgeva vit dystarfrásøgnina í Norðlýsinum eftir KÍ-MB dystin.

KÍ-MB 6-5 (0-3)

Ótrúligur endaspurtur

Eftir at hava verið afturút 0-3 við hálvleik, og bert 2. min.inni í seinna hálvleiki afturút 0-4, kom KÍ við einum fantastiskum endaspurti,og vann 6-5.

 

Klaksvíkin var øll á gosi eftir dystin millum KÍ og MBsunnudagin. Líknandi málgildi hevur ongantíð fyrr verið á vøllinum í Klaksvík,sjálvt ikki, tá ið 66-liðið var uppá tað besta.

 

MB betur byrjan

Í byrjanini av dystinum sást, at miðvingar ætlaðu sær nakaðí hesum dystinum. Longu i 6. min. var Jens Erik uppá spæl, eftir at Jákup ikkimegnar at halda einum MB skoti, 1-0. Í 17. min. var tað aftur Jens Erik, iðfekk alt ov mikið pláss henda dagin, ið økti um leiðsluna.  Ikki var spælt meira enn hálvan tíma, támiðvingar aftur vóru uppá spæl. Hornaspark úr høgru síðu og har var BirgirJørgensen, 3-0.

Nú sá svart út hjá KÍ og fleiri áskoðarar fóru til hús, tíikki var hugaligt at vera KÍ viðhaldsmaður í hesi løtu, men mong av hesum mundiangra, tí í seinna hálvleiki kom KÚ rættuliga fyri seg.

 

Seinni hálvleikur

Tað sá ikki út til at KÍ fór at vaknað, tí bert gingu 2. Min.,so var 4-0, Jens Erik Rasmussen.

Men so kemur KÍ.

Tann fyrsta hjálpin KÍ fekk, var tá ið dómarin blakar PeturEiriksson út, rættvíst dómt.

Í 53. min. fær KÍ brotsspark, ið verður framt móti TrúgvaPoulsen, sum spældi ein góðan seinna hálvleik, Bent skjýtur bóltin trygt ímálið til 1-4.

Nú kom fer á KÍ-arnir og bert tríggjar minuttir seinni erBeinur á plettinum, 2-4.

Miðvingar fullu fullkomuliga í fátt og byrjaði spælið hjá KÍnú eisini at koyra. Tað var stuttligt at síggja ein hvítan spæla til ein annanhvítan, hetta gav eisini málmøguleikar í hópatali.

Var bólturin inni ella átti spælið at hildið fram, dómarindømdi mál og KÍ var aftur við í dystinum.

Lítla løtu seinni eru boð eftir klaksvíkingum, eftirfeilavlevering frá Harley, ið nú eigur at setast á bonkin, hamrar BirgirJørgensen bóltin í málið til 5-3.

Tey trý málini, ið KÍ hevði fingið uppá 12. min, skaptugóðan moral á liðnum og fullu KÍ-arnir tískil ikki í fátt, men komu sterktaftur, samstundis sum miðvingar fullkomuliga mistu stevið.

Í 78. min. eru KÍ-arnir aftur í álopið og er Jógvan Jacobsená plettinum, 4-5.

Nú kókaði øll áskoðarafjøldin og var spenningurin stórur ogKÍ helt áfram við at trýsta á MB-málið.

Ídni gevur úrslit, tað hava vit mangan sæð fyrr og tað varjúst ídni, ið gjørdi at KÍ ikki bert fekk javna, men at Olgar eisini skeytsigursmálið í seinasta minuttið.

 

Betur spæl

KÍ vísti í fleiri førum í seinna hálvleiki at teir kunnuspæla bóltin og tá liðið hevur vind í seglinum er gaman í at spæla eitt hvørtlið út av vøllinum.

Ímóti endanum av dystinum var øll áskiåarafjøldin í coma ogtusti nærum helmingurin út á vøllin, tá ið dómarin blásti dystin av.

 

Niðurstøða

Samanumtikið kann sigast um dystin, at liðini áttu hvør sínhálvleik, men tíbetur fekk Kí meira burturúr sínum hálvleiki.

Skal nakar leikari takast framum, so má nevnast atinnskiftingin av Trúgva Poulsen eydnaðist væl og ídni hjá Olgar var lønthesaferð við tveimum málum.

Hjá MB var eingin ivi um, at Jens Erik vísti at hann hoyrirheima á landsliðinum.

Einasti veikleiki hjá KÍ er verjan, sum er sera ótrygg oghevur tað gingið útyvir málverjan Jákup, tað vísir seg, sum um eingin stýringer og sást hesin trupulleikin bert við at síggja hvussu nógv mál fara inn.

KÍ er framvegis á áttanda plásið, men nú er møguleikin atkoma millum toppliðini stórur, tí næsti dystur er ímóti VB í Vági.

Koyr á KÍ.

KÍ hendan dagin: Jákup Mikkelsen, Beinur Poulsen, BentBaldvinsson, Andrew Hansen, Harley Bertholdsen, Olgar Danielsen (L), JanJoensen, Sámal Eyðfinn Poulsen, Jógvan H. Jacobsen, Bjarne Olsen, Jørn Kramer.Á bonkinum: Jógvan Andrias Joensen, Trúgvi H. poulsen

SáH.