Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Signhild fáar viðmerkingar

Jákup Ósá

Signhild V. Johannesen sigur, at hon hevur tikið støðu í málinum um, hvørs Jógvan Skorheim skal sleppa at røkja bæði starvið sum løgtingsmaður og borgarstjóri.

Signhild V. Johannesen sigur, at hon hevur tikið støðu í málinum um, hvørs Jógvan Skorheim skal sleppa at røkja bæði starvið sum løgtingsmaður og borgarstjóri.

Í kvøld verður býráðsfundur í Klaksvík, har eina málið fyri fundin er, um Jógvan Skorheim skal sleppa at røkja bæði starvið sum løgtingsmaður og borgarstjóri samstundis framyvir. Sum skilst fara tey 5 umboðini í andstøðuni at atkvøða ímóti. Bæði umboðini hjá Sjálvstýrisflokkinum atkvøða helst fyri, meðan ógreitt er, hvussu verður við umboðunum hjá Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum. Steinbjørn O. Jacobsen hevur í Norðlýsinum í morgun sagt, at ósemja er um málið ímillum samgongulimir og at fundur verður um málið áðrenn almenna fundin í kvøld. Verða umboðini hjá Tjóðveldi samd um at atkvøða fyri, so liggur avgerandi atkvøðan hjá Signhild V. Johannesen. Hon hevur fáar viðmerkingar.

– Eg havi tikið støðu og tað er ein leypandi tilgongd, ið er gjørd yvir eina tíð. Men eg fari ikki at úttala meg alment um mína støðu. So vit fáa at síggja á fundinum í kvøld, hvussu mín støða verður, sigur Signhild V. Johannesen í stuttari viðmerking.

Um forsætisráðharra vitjanina

Tað hevur eisini verið kjak um m.a. í sosialu miðlunum um, hví m.a. forkvinnan í mentunarnevndini og partakvinnan hjá forsætisráðharranum ikki var partur av Klaksvíkar Byráð, tá býráðið var vertur fyri vitjanini hjá Helle Thorning-Smidt mikudagin. Men Signhild sigur, at hetta var gjørt í sátt og semju.

– Nú vóru tey bara tvey fólk, ið vitjaðu og tí metti man, at tað vildi verið býtt at havt allar býráðslimirnar til móttøkuna. Ístaðin fall valið á formansskapin og tað havi eg ongar trupulleikar av. Eg havi møtt Helle Thorning-Smidt fyrr, so eg sá kanska ikki so stórt í at vera partur av hesum, sigur Signhild V. Johannesen.