Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skorheim fer ikki í farloyvi

Jákup Ósá

Jógvan Skorheim fer fram til 1. Januar at røkja bæði størvini og fer ikki í farloyvi frá borgarstjórasessinum í Klaksvík.

Grein á portalinum í gjárkvøldið legði upp til, at Jógvan Skorheim fór í farloyvi sum borgarstjóri. Hetta er ikki rætt.Jógvan Skorheim sigur við Norðlýsið í morgun, at hann framhaldandi verður borgarstjóri í Klaksvík.

Samtyktin í býráðnum í gjár ger, at eg framyvir havi fingið loyvi at røkja bæði størvini samstundis, ið login eisini lovar. So eg fari ikki í farloyvi frá borgarstjóra sessinum. Um byrðan verður ov stór til at røkja bæði størvini samstundis, so fari eg at raðfesta borgarstjórasessin í Klaksvík. 1. januar fari eg so at meta um, hvussu hetta hevur virkað, sigur Jógvan Skorheim.

Sostatt er eingin avtala um, at Steinbjørn O. Jacobsen skal vera borgarstjóri í Klaksvík.