Nú sendu vit so umsókn aftur til Strandferðsluna saman við tekningum av nýggja skipinum, og hetta hevði við sær at vit fingu rutuna í 5 ár við møguleikum fyri at leingja sáttmálan til 7 ár.
Nú er lag á manni at sleppa ein túr til Mykinesar. Spf.Mykines hevur sett spildur nýtt skip í rutuna. Navnið á nýggja skipinum er ”Jósup”og skipið tekur 70 ferðafólk og brúkar bara góðan hálvan tíma út í Mykines,ímót teim fimm korterunum, Súlan brúkti, sum varð bygd til endamálið á sinni.
Tað er Tummas Hendriksen úr Sørvági, sum er stjóri og eigariav nýggju Mykinesferjuni.
”Jósup” er glastrevjabátur, bygdur á Akureyri í Íslandi. Taðer fyritøkan Seigla á Íslandi, ið hevur bygt bátin, saman fyritøka hevur bygtnógvar útróðrarbátar til Noregs m.a.
Sagt verður frá Spf. Mykines, at tey høvdu útróðrarbátinBrynhild, sum tey høvdu gjørt um til Mykinesferju, men orsakað av atStrandferðslan tá ikki helt komfortin vera nøktandi misti Spf. Mykines rutuna.
Nú sendu vit so umsókn aftur til Strandferðsluna saman viðtekningum av nýggja skipinum, og hetta hevði við sær at vit fingu rutuna í 5 árvið møguleikum fyri at leingja sáttmálan til 7 ár.
”Jósup” var klárur at fara undir nýggju avbjóðingarnar áMykinesrutuni mikudagin, men tá var ókyrt í Mykinesi, so í gjár, fríggjadaginvar fyrsti dagurin á rutuni til Mykinesar hjá nýggja skipinum.
Og tað gekst sera væl, siga tey frá Sp. Mykines í Sørvági.Skipið siglir tvær ferðir um dagin, einaferð um morgunin úr Sørvági um 10tíðina og einaferð seinnapartin um 4 tíðina.
Harafturat ger ”Jósup” eisini útferðir til Mykinesar og áteimum útferðunum er bæði gongutúrur og ábit við á skránni,so nú er bara atseta seg í samband við Spf. Mykines um ein ynskir ein túr við familjuni,fyritøkuni ella bara einsamallur til Mykinesar. Sum nakað heilt nýtt, so ger “Jósup” nú eisini útferðir til Tindhólm. Helst hava nógvir føroyingar ikki verið í Tindhólmi, men har slepst lættliga nú.
”Jósup” førdi 120 fólk aftur og fram til Mykinesar í gjár.
Samband fæst við Spf. Mykines á 21 08 70. Annars veitKunningarstovan í Klaksvík meira at siga frá um túrarnar, tlf. 456939
Ferðast í egnum landi – 62N Airport Hotel




