Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grandma’s Basement á Summar Festival

Tíðindaskriv

Festligi rockbólkurin við hittum sum Hon Fær Ongantíð Nokk, Renna Nakin og Lúrarin verður við á ársins Summar Festivali

Festligi rockbólkurin við hittum sum Hon Fær Ongantíð Nokk, Renna Nakin og Lúrarin verður við á ársins Summar Festivali

Seinastu árini hevur bólkurin Grandma’s Basement verið eitt festligt og undirhaldi ískoyti til føroyskan tónleik, og síðani summarið 2010, tá ið teir góvu sína fyrstu fløgu út, hava teir verið landskendir fyri sangir sum Hon Fær Ongantíð Nokk og Gay. Sangurin Hon Fær Ongantíð Nokk varð kosin ársins hitt  á Planet Awards 2010.

Grandma’s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum hevur nøkur ár á baki. Bólkurin leggur dent á, at teir spæla fyri at hava tað stuttligt og fyri at undirhalda fólki. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi.

Og við pallframførslum hava teir víst, at teir eisini duga at undirhalda og fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir – eitt nú á undanfarnu Summar Festivalum, har teir hava havt framúr góðar konsertir.
Og nú verða teir við aftur, tá ið stóri festivalurin í Klaksvík verður hildin í august.