Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur ikki vunnið í 82 dagar

Norðlýsið

Formkurva: Mest óvæntað er, at Víkingur ikki hevur vunnið síðani 7.apríl.

Formkurva: Mest óvæntað er, at Víkingur ikki hevur vunnið síðani 7.apríl.

Niðanfyri hava vit hugt eftir, hvussu langt síðani tað er, at hesi ymisku liðini hava vunnið nakran dyst. Ikki so óvæntað liggur 07Vestur aftast eins og teir gera á stigatalvuni, har tey flestu eisini væntaðu undan kappingini, at teir fóru at liggja. Meira óvæntað er tað, at Víkingur ikki hevur vunnið í nærum tríggjar mánaðir.

Niðanfyri síggja vit, hvussu langt síðani tað er síðani, at ymisku liðini vunnu í Effodeildini. Tá roknað vit fram til fríggjakvøldið 28. juni, tá komandi umfar verður leikt. 

5 dagar: AB, HB og EB/Streymur

6 dagar: B36

7 dagar: ÍF

13 dagar: NSÍ

34 dagar: TB

61 dagar: KÍ

82 dagar: Víkingur

105 dagar: 07Vestur