Viðareiðis-tema: Tað eru tekin í sól og mána, at matstovan hjá Elisabeth fer at seta met í vitjanum hetta summarið. Í fjørsummar, sum var hennara besta, vitjaðu 3700 matstovuna. Long nú er talið komið upp á 2100 gestir.

Elisabeth Nybo, sum eigur og rekur matstovuna, hevur úr at gera. Tað er ikki dagur, uttan at matstovan fær vitjan.
Elisabeth hevur havt matstovu og kiosk í fleiri enn tíggju ár nú og talið av gestum er vaksið støðugt síðani hon byrjaði. Norðlýsið prátaði við hana eftir “sesongina” og tá sá hon bjart upp á framtíðina og fortreytirnar fyri matstovuni.
Í dag sær enn ljósari út, kunnu vit loyva okkum at siga. “Sesongin” er illa nokk komin í helvt og 2100 gestir hava longu verið á gátt.