Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ í steypafinaluna í stórum stíli

Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver

At KÍ situr tungt á kvinnufótbóltinum í Føroyum er aftur staðfest í ár. Hóast besta kvinnuliðið hevur fingið harða kapping i landskappingini, har helst einki verður avgjørt fyrr síðsti dystur er leiktur

KÍ kvinnurnar gjørdu í dag, at øll KÍ liðini á kvinnusíðuni eru í steypafinaluni í 2013.

At KÍ situr tungt á kvinnufótbóltinum í Føroyum er aftur staðfest í ár. Hóast besta kvinnuliðið hevur fingið harða kapping i landskappingini, har helst einki verður avgjørt fyrr síðsti dystur er leiktur, so síggja vit mynstrið í steypakappingini. U14,17 og nú eisini besta kvinnulið hava spælt seg í steypafinaluna.

Besta kvinnulið vann fyrru hálvfinaluna 4-0 við Margáir, so tað skuldi nógv til um oddaliðið EBS/Skála skuldi gera nakað við KÍ í dag. Tað byrjaði væl, tá EBS/Skála kom á odda 1-0. Men hetta vendu KÍ kvinnurnar, og í hálvleikinum var 3-1 til KÍ. Í seinna hálvleiki skolaðu málini inn hjá EBS/Skála í nógva regninum. Móti endanum var trupult at halda stýr á uppteljingini, tí tætt var ímillum málini, men á dómaraseðlanum stóð 11-2 til KÍ. Samanlagt vann KÍ 15-2 og skal nú møta ÍF í finaluni. Har má KÍ metast sum risa favorittur, tí ÍF hevur í ár einki gjørt við tey ovastu liðini og liggur á 5. plássi.

Málini hjá KÍ skoraðu Maria K. Thomsen 4, Ása K. Thomsen 2, Rannvá B. Andreasen 2, Sigrid Jacobsen 2 og Gudny Johannesen 1.

Steypafinalan verður leikt 24. august á Tórsvølli.