Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit ganga út frá at ES stongir marknaðin 1. august

John William Joensen

Leiðandi fólk í vinnuni sum Norðlýsið hevur tosað við í morgun siga at tey ganga nú út frá at ES marknaðurin verður stongdur fyri føroyskum vørum frá 1. august og stór misnøgd er við politiska myndugleikan og embætisverkið sum er farið í holt við eitt kríggj sum kann koma at kosta vinnuni dýrt.

Leiðandi fólk í vinnuni sum Norðlýsið hevur tosað við í morgun siga at tey ganga nú út frá at ES marknaðurin verður stongdur fyri føroyskum vørum frá 1. august og stór misnøgd er við politiska myndugleikan og embætisverkið sum er farið í holt við eitt kríggj sum kann koma at kosta vinnuni dýrt.

Vit hava í morgun roynt at tosað við fólk í pelagisku vinnuni og tað er ikki ov nógv sagt at stríðið millum Føroyar og ES um Norðhavssildina hevur fingið blóðið í kók.

Hvat er tað sum í veruleikanum kríggjast um. Partur av flotanum sum í dag liggur og fiskar sild á feltinum – landar og selur til útlendingar sum rinda niðanfyri 1 kr. Pr. Kg. !!! Og hetta eru vit farin í kríggj við ES fyri!, ljóðar ein av frustratiónunum.

Tá danski forsætisráharrin vitjaði fekk hon at vita frá vinnuni at verður eitt handilsbann sett í verk í ES móti Føroyum, kemur tað at kosta vinnuni dýrt og sum Norðlýsið skilir í morgun er tað hendan veruleika sum vinnan eftir besta førimuni roynir at fyrireika seg til.

Tá samráðingarnar slitnaðu millum strandalondini skilst at føroyingum stóð í boðið at fáa eina hækking í sildakvotuni – (Í samband við makrelin ljóðar at tilboðið var  10,5%) – men sambært fólki sum vóru við til samráðingarnar løgdu  partar av vinnuni nógv trýst á landsstýrið.

Endin var at landsstýrismaðurin avgjørdi at áseta Føroyum eina størri eginkvotu enn nakar hevði rokna við – heldur ikki uttanlandsnevndin hjá løgtinginum.

Ójavnt er hvussu nógv ymisku feløgini selja til ES men flestu halda at útlitini fyri eini semju eru vánalig.

– Vit fáa einki at vita frá myndugleikum ella Vinnuhúsið, men tað er púra greitt at skal semja fáast í lag skal onkur slaka nógv – og tað í sær sjálvum er ein stórur trupuleiki nú vit hava ásett eina so stóra kvotu.

Kjartan Hoydal, sum hevur royndir við millumtjóða samráðingum, hevur í bløðunum í dag eina drúgva grein um býtið av Norðhavssild. Við Norðlýsið sigur hann í morgun at hann persónliga ikki roknar við nøkrum handilsbannið – tí tað hann kennir til ES skipanina er hetta nakað sum ikki er ynskiligt. Eitt handilsbann er trupult at umsita og tí er hetta absolutt seinasta vápnið ES fer at brúka, sigur Kjartan Hoydal.