Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur ein kæra um 1.deild hjá KÍ

Jákup Ósá

TB hevur eftir dystin um vikuskiftið kært KÍ fyri at hava brúkt ólógligan leikara.

Norðlýsið hevur fingið upplýst, at TB hevur kært inn til FSF eftir 1.deildar dystin í vikuskiftinum millum TB og KÍ, sum endaði 1-1.

Tað sum kæran snýr seg um er, at TB leggur KÍ undir at hava snýtt við nøvnunum og at hava brúkt ein ólógligan leikara. Á dómaraseðlanum stendur, at Helgi Samson kom á vøllin í 90. minutti. Men TB heldur uppá í kæruni, at tað var 15 ára gamli Jóhan Waag Høgnesen, ið kom á vøllin tá. Tá so aldursmarkið fyri 1.deild er 16 ár, so hevði hann ikki loyvið at spæla.

KÍ hevur 5 dagar afturat at svara uppá kæruna. Enn er kæran fyrr í ár um dystin móti FC Suðuroy, har KÍ brúkti ólógliga Kristoffur Jakobsen, ikki endaliga avgreitt. Tapur KÍ eisini hesa kæruna, so kemur liðið at missa 4 stig ímun til stigatalvuna í løtuni. Liðið hevur 27 stig, men kann koma niður á 23 stig. Munurin niður til niðurflyting er tó stórur, tí tey bæði niðastu liðini hava 14 stig. Hinvegin er hetta eitt stór bakkast fyri royndirnar at røkka ovastu plássunum, tí KÍ liggur áðrenn kærurnar bara 3 stig frá 2. plássi.