Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bygging av bátahyli og neystum á Toftanesi í Leirvík var ólóglig

John William Joensen

Steffen Stumman Hansen kærdi Eysturkommunu fyri at hava givið Landsverk byggiloyvi til at byggja neyst á Toftanesi í Leirvík. Økið har nýggju neystini eru bygd og nýggjur bátahylur er – er framvegis ikki matrikulera, og Kærunevndin er eirindaleys við Eysturkommunu og sigur at eingin lógarheimild er fyri nýbygda bátahylinum í Leirvík

Kærunevndin sigur í niðurstøðu síni at tað er ásett í býarskipanarlógini at uppfylt ella turrlagt sjóøki ….. skulu áðrenn hesi verða gjørd hava heimild í góðkendari byggisamtykt…..

… sum málið er lýst so er hendan uppfylling í Leirvík ikki ásett í byggisamtyktini fyri Leirvíkar Kommunu…… ikki sæst at nøkur broyting enn er gjørd…..

… Kærunevndi í lendismálum avgjørdi tí at broyta avgerðina hjá Eysturkommunu soleiðis at hetta byggiloyvi ikki hevur gildið. Avgerðin er grundað á at heimild er ikki í byggisamtyktini fyri Leirvík til byggiloysvi til hesa neystabyggingina…..

Tað var sum sagt Eysturkommuna sum játtaði byggiloyvið og Landsverk stóð fyri arbeiðinum.

Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig og kann ikki kærast!

Vit fáa viðmerking frá borgarstjóranum í Eysturkommunu seinri í dag!

Les kæruna, verjuna og avgerðina niðanfyri (PDF)