Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luksusfellan

Lesarabræv

Kári P Højgaard og honum líkir eru komnir í tað á manna munni kallast ”Luksusfellan”. Landsverk hevur nú í fleiri ára tíggju umbygt vegirnar inni á Eystroynni, soleiðis at tað skal verða trygt og gott fyri okkum ferðafólk á vegnum. Tað er nokk eingin oyggj her á landi sum er so væl útbygt sum eysturoyggjin.

Til dømis kann nevnast vegurin inn til Strendur. Hvat hesin vegur hevur kosta føroyskum skattgjaldarum, ja tað hevði verði gott at fingið at vita. Ferðslan eftir hesum vegi er í øllum førum ikki tann stóra, tí tað búgva heilt fá fólk har á leiðuni. Men vegurin er komin og tað er væl telva av teimum fólkavaldu har á leiðuni.

Hví skulu vit nú so hava Skálafjarða tunnulin. Hetta er tað reina luksus fyri fólk við eitt sindur av fornufti. At fara at siga, at ein trailari úr t.d Klaksvík fer at spara tíð og pengar við eini nýggjari farleið um Skálafjørðin er næstan lygn. Tann tíðin hann kemur at spara er kanska 5-10 minuttir, men hann skal nú gjalda eitt tunnilsgjald og tað verður nakrir hundrakrónurseðlar. So hvat er spart fyri trailaran, jú í veruleikanum 5-10 minuttir, men eru teir verdir tað gjaldið sum tað kostar yvir um fjørðin.

Tað skal sparast allastanis runt á føroya landi, men tað verður ikki spart har tit politikkarar kunnu spara. Hví leggja tit ikki tey 3 sjúkrahúsini saman í eina eind. Tit tora ikki at gera naka við henda spurning, hetta er ein loysn tit ikki vilja fremja í verki, tí tit vilja ikki skapa tær rationaliseringar sum virkuliga gera mun.

Føroyar eru 48000 fólk og 3 sjúkrahús, er hetta ikki tað reina luksus.

Tey í Klaksvík hava ein tíma til Havnar, so har er eingin trupuleiki at koma til sjúkrahúsið. Suðuroy hevur 1 tíma 45 min sjóvegis og vit hava eina tyrluskipan sum kundi verði tengd at hesi leið. Aðrastanis brúkar man bráfeingisfluttning við sjúkratyrlu og tað mátti eisini borið til her á landi.

Um vit øll hugsa okkum um, so er tað tað reina luksus viðvíkjandi farleiðini á landi har landfast er og tá hugsa verður um okkara sjúkrahúsverk.

Um ein tunnil skal byggjast, sum vil nakað, so er at byrja suðuroyarleiðuna beinanvegin. Teistin og Smyril skulu einaferð skiftast út og farleiðinar geva ikki avlop í dag.

Vágatunnulin og Norðoyartunnulin saman í eitt felag, sum so byggjir suðuroyarleiðuna. Hetta gevur meining fyri menning av okkara samfelagi.

Vit hava jú øll goldið fyri undirsjóartunnlanar sum vit hava í dag og eg rokni við at øll vilja verða við til at gjalda suðuroyarleiðina við.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen