Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg eri skuffaður

Jákup Ósá

Soleiðis sigur B68 venjarin Øssur Hansen eftir at tað gjørdist greitt, at B68 toppskjúttin Haraldur Højgaard skiftir til grannarnar úr NSÍ.

Í seina viku kom fram, at B68 toppskjúttin Haraldur Højgaard hevði skrivað undir 2,5 ára sáttmála við NSÍ. B68 venjarin er skuffaður av, at felagið ikki megna at halda uppá sínar bestu leikarar.

– Tá vit í ár løgdu upp til at byggja lið við okkara egnu leikarum, so sigur tað seg sjálvt, at hetta var eitt skot fyri bógvin. Eg má bara siga, at eg eri sera skuffaður av, at man letur ein av sínum bestu egnu fara. Men eg kann skilja Harald og ynski honum alt tað besta, sigur Øssur Hansen.

Hann sigur víðari, at B68 møguliga missir onkrar aðrar leikarar seinni. M.a. verður Oddur Højgaard ikki tøkur seinastu 6 umførini. Men málið er framvegis uppflyting og hetta fer at gera, at aðrir ungir leikarar fara at fáa kjansin.