Tilboðini til gestirnir eru mong. Til dømis er sølutorg við heimavirkaðum lutum, tónleikur, fiskasuppa, kaféir og handlar hava opið. Skjóttgangandi báturin Scorpion sæst sigla stuttleikatúrar, Dragin og Alfa Pilot gera bátaútferðir, og møguleiki er at fáa rundferð í Klaksvík við staðkendum ferðaleiðara, ella túr runt landið í hýruvogni.

Tað er ein sannroynd at tey 2963 ferðandi, umframt 1200 starvsfólkini, síggjast aftur í býarmyndini. Ungfólk í reyðum jakkum, virka aftur í ár sum livandi skeltir í býnum, tey kunna, vegleiða og greiða ferðafólkum frá um vitjunarverd støð, og um útferðir og tilboð í býnum.
Jú, lagið og lívið í býnum er gott, og lata tey á Kunningarstovuni, saman við ferðavinnusamskiparanum væl at og eisini heilsa tey og siga, at tilber at sleppa við á onkran túrin, um ein leggur leiðina inn á Kunnigarstovuna.